Einki at siga til, at yrkisfeløgini kenna seg bæði sperd og órættvíst viðfarin. Flestu okkara finna upp á at glepsa, tá vit eru ørkymlað – fult forstáilsi eisini fyri tí.
Havi stóra virðing fyri konubrotinum Ingeborg Winther, sum á nógvar hættir er ein fyrimynd hjá mínum ættarliði. Men eg góðtaki ikki, at hon uttan at undirbyggja sítt páhald, í samrøðu í Sosialinum mikudagin í farnu viku sigur, at tey veiku og annars minni mentu ongan góðan eiga í tinginum. Tað undrar meg veruliga, at hon sigur slíkt uttan nakra grundgeving. Tjóðveldi - ja, øll andstøðan í felag - hevur atkvøtt ímóti harðrenda sparipolitikkinum á almannaøkinum og øðrum vitleysum uppskotum. Hinvegin hava vit í Tjóðveldi uttan himpr tikið undir við ópopulerum uppskotum, sum vit hildu vera neyðug. Eitt nú at skerja rentustuðulin.
Knúskað bleytu virðini
Vit kunnu skjótt semjast um, at bleytu virðini onga raðfesting hava fingið hjá ABC samgonguni. Og at veikastu samfelagsbólkarnir eru sleptir upp á fjall. Tað er rætt, at tikið er frá pensjónistum, steinur er lagdur oman byrðu hjá fleiri veikum samfelagsbólkum og familjur sum hava børn, ið bera brek hava truplari við at fáa endarnar at røkka saman, familjupolitikki kunnu vit skjóta ein hvítan píl eftir og eg kundi hildið áfram....
Men lat meg undirstrika – við feitum – at tað er samgongan sum hevur framt allar hesar sparingarnar. Ikki alt tingið, men samgongan. Uttan mál og mið, og við áhaldandi at nartla og skerja hjá teimum, sum longu høvdu tað truplast í gerandisdegnum.
Umframt at atkvøða ímóti meiningsleysu sparingunum hevur Tjóðveldi roynt at funnið alternativar loysnir, lagt upp til semjur og enntá víst á, hvar peningurin kann finnast ístaðin.
Tjóðveldi virkið
Tjóðveldi hevur lýst, kjakast, skrivað álit og ikki minst lagt fleiri uppskot fram, sum veruliga endurspegla hugburð floksins um javnbjóðis møguleikar til øll í Føroyum.
Lat meg nevna nøkur fá av uppskotunum vit hava lagt fyri tingið í andstøðu:
Átøk at minka um ungdómsarbeiðsloysið
Skuldarráðgeving til fólk sum eru fastlæst í fíggjarligari skuldarfellu
Átøk í mun til rúmliga arbeiðsmarknaðin
Hækkaðan útbúgvingarstuðul til stakar uppihaldarar
Uppskot at skapa fjølbroyttari eldrabústaðir
Uppskot um nýggja forsorgarlóg
Grundgevingar, takk
Uppskotini eru øll feld við tunnum og ónøktandi grundgevingum, tað sama um talan hevur verið um uppskot til samtyktar ella lógaruppskot. Tó so at lestrarstuðulin til stakar uppihaldarar er hækkaður.
Helt tað var neyðugt við hesum reglum fyri afturvísa einoygda hugburðin í greinini. Kritiskar, sakligar røddir eru vælkomnar og alneyðugar, men ábyrgdin av førda politikkinum er hjá tí ábyrgdarhavandi. Í hesum førinum samgongan. Tað er samgongan og samgongan einsamøll, sum hevur knúskað gerandisdagin hjá mongum – ikki allir 33 tinglimirnir.
Tað er í lagi at vera ósamdur og hava ymsar fatanir. Ingeborg Winther er vælkomin at siga ítøkiliga:
Hvat saknar hon frá andstøðuni?
Hvat ger andstøðan nóg væl sum er?
Hvat skal til, fyri at Ingeborg evnar at síggja mun á samgongu og andstøðu?
Annars góða eydnu við semingini!