Skjøtil av álvara settur á alduorku í Skotlandi

Í gjár var skjøtil av álvara settur á ætlaninar at fara undir at menna alduorku í Skotlandi ella rættari Orknoyggjunum.

Orka


BBC News Online skrivar, at eitt sentur, sum skal standa á odda fyri eini verkætlan at troyta orku úr alduni og flóð og fjøru, varð latið upp alment. Tað var ráðharrin Jim Wallace, sum tók nýggja royndarstovnin í brúk. Talan er um "European Marine Centre" (EMEC) í Stromnes, ið hevur kostað góðar 50 mió. kr. Serfrøðingar vilja vera við, at orka úr m.a. havaldu kann koma at menna ein heilt nýggjan ídnað og vera við til at økja um grønu orkuna. Undir hátíðarhaldinum segði Wallace, at nýggja royndarstøðin signaleraði "the dawn of a new era for energy production in Scotland".

Ráðharrin segði, at løtan er eitt vegamót í royndunum at menna varandi orkukeldur fyri bæði Skotland og heimin. Hann vísit á, at Orknoyggjar eru kanska eitt tað besta staðið í heiminum at fara undir slíkar royndir og gera tær til álvara. Hetta er so fyrsta stigið til tess at kunna troyta orkuna, sum er í havinum.

Royndarsentrið fer at geva fyritøkum møguleika at royna útgerð og útbúnað, sum skal vera grundarlagið undir framtíðar troytan av eitt nú alduorku. Fyrsti brúkarin av nýggja stovninum er ein fyritøka í Leith, sum hevur ment eina protypu, ein generatorur, nevndur Pelamis. Nú skal fyritøkan so testa útgerðina fyri at vita, hvat hon kann framleiða av orku.

Meginparturin av pengunum til royndarstøðina kemur frá skotskum myndugleikum og frá Highlands and Islands Enterprise.

Keldur vilja vera við, at nýggja verkætlanin kann gera, at Skotland fer at liggja sera frammaliga, tá talan er um at troyta altenativar orkukeldur. Mett verður, at tað kunnu útvegast eini 7000 arbeiðspláss í varandi orkuídnaðinum í Skotlandi. Bretska handils og ídnaðarmálaráðið kunngjørdi í farnu viku, at tað hevur gjørt av at brúka eina hálva milliard kr. til at menna varandi orkukeldur sum alduorku í Skotlandi. Ein frágeiðing, sum júst er almannakunngjørd, sigur, at orka úr havinum kann koma at veita 10% av elmegini Skotland skal brúka í 2020. Tað er annars eitt mál hjá politikarununum, at hetta skal røkkast longu í 2010 og at talan verður um 20% í 2020.

Eingin ivi er um at gongdin í Orknoyggjum og Skotlandi sum heild eisini hevur stóran áhuga í Føroyum, nú SEV o.o. eru farin í gongd við nettupp kanningar av alduorku og aðrari orku úr havinum. Hetta arbeiðið er farið í gongd.