Skjótir á staðnum

Beint eftir klokkan eitt í gjár fekk Tórshavnar Sløkkilið boð um ein eldsbruna í einum sethúsum á Norðasta Horni í Havn.

Havn: Tá innsatsleiðarin, Anfinn Reinert kom á staðið lítla løtu seinni, var húsið fult í royki.

Teir fóru beinanvegin undir sløkkiarbeiðið, og varð tað skjótt og væl úr hondum greitt.

Eitt annað arbeiði, sum altíð verður gjørt í slíkum førum er at kanna, um fólk er inni í húsinum. Tvey fólk vóru í niðaru íbúðini, og komu tey út í øllum góðum.

- Vit fingu beinanvegin at vita, at eingin var í teirri ovaru íbúðini. Men vit senda kortini altíð fólk inn at hyggja í øll rúmini, fyri at vissa okkum um, at eingin er har, greiðir Anfinn Reinert frá. Og tað gjørdi teir sjálvandi eisini ígjár.

Staðfestast kundi, at eldurin er kyknaður í køkinum. Hóast ein ikki sær tað uttanífrá, so fingu húsini bæði royk- og vatnskaða.

Hevði sløkkiliðið ikki verið so skjótt á staðnum, er eingin ivi um at eldurin hevði spjatt seg enn meiri, og helst gjørt enn størri skaða.