Uttantil eru húsini sum eini vanlig, gomul sethús. Ikki tað tú vanliga setur í samband við ein skúla. Tá vit trína inn gjøgnum dyrnar, angar tað av nýggjum viði, hóast húsini eru 126 ára gomul, bygd í 1883.
- Skúlin hvørvur av sær sjálvum, og tí hugsa vit ikki so nógv um alt hatta við samanleggingum og so framvegis, sigur Poul Johannes Johannesen, sum henda dagin hevur støddfrøði við næmingunum.
Eg og myndamaðurin eru farnir til Gjáar, har vit gera eina skjóta, ófráboðaða vitjan í skúlanum, vitandi um at ymiskar moderniseringar verða gjørdar í skúlanum í bygdini.
Innkomnir renna vit okkum fyrst í eina vatnautomat, og síggja beint framm í eitt rúm, ið so smáliga líkist einum vesi. Menn úr Sunda Kommunu eru nevnliga í holt við at byggja eitt rúm til vesi inni í gongini. Áðrenn var neyðugt at renna tvørtur um vegin, hevði tú eitt ørindi á vesinum, og tí er hetta helst ein kærkomin íløga til gjáarbørn, kanska serliga nú tá kalt er um allar geilar.
Tey eru tó ikki so nógv í tali longur. Vit trína innar í einastu stovuna í skúlanum, og innanfyri situr ein lærari, Poul Johannes, og tríggir næmingar, Ólavur í 4. flokki, Ebba í 5. flokki og Jacobina í 7. flokki. Stovan er lág, hugnalig og fylt við allari útgerð, ið tørvur er á í einum skúla í dag. Fjølritari, printari, teldur, køliskáp og keyboard, fyri bert at nevna nøkur.
Vesið er tó ikki einasta íløgan, ið er gjørd har. Eisini er hitapumpa komin upp. Hon sum skal avloysa gamla oljufýrið á loftinum. Hóast tey eru fá í skúlanum, skulu umstøðurnar vera í lagi, og tí verður henda íløgan gjørd.
Skúlin hvørvur av sær sjálvum
Ólavur, Ebba og Jacobina eru einastu bygdarbørnini í skúlaaldri, og Ólavur er harafturat yngsti maður í bygdini.
Vanliga er tað Jan Thomsen, einalærari, ið undirvísir har, men ein dag um vikuna rættir Poul Johannes, ið nú er farin um pensjónsaldur, eina hjálpandi hond.
Síðani 1883 hevur skúli verið í bygdini á hvørjum ári, tó undantikið 1994-95, tá ein árgangur datt ímillum. Stutt eftir kríggið var ætlanin at byggja nýggjan skúla, tí hesin var ov lítil. Tá búðu út við 300 fólk í bygdini. Í dag eru tey kanska 30 fólk fastbúgvandi og væl fleiri um summarið.
Eingi smábørn eru í bygdini longur, og ongi útlit eru fyri fleiri heldur. Tá Ólavur verður liðugur í 7. flokki um knapt hálvtfjóðra ár, fer skúlin við Gjógv í søguna, og tá verður alt bara minnir.