Talan er um fyrsta tunnil í Havn, sum er partur av nýggja innkomuvegnum til høvuðsstaðin, sum nú er komin væl áleiðis.
Norðari tunnilsmunnin verður ovast á Villingadalsvegnum – oman fyri ovastu húsini við Villingadalsvegin, og tann syðri verður vestan fyri Hotel Føroyar við ríðibreytina.
Villingadalsvegurin er grivin av har uppi og lagdur í boga uttanum, og økið er sprongt fleiri manshæddir niður soleiðis, at tunnilsmunnin fer at liggja undir Villingadalsvegnum. Tá verður vegurin lagdur oman á tunnilsmunnan aftur, so hann verður eins og áður.
##med2##
Haðani og út í Marknagild eru einir 1800 metrar, har syðri endin á tunlinum verður – og eisini har verður lendið sprongt niður soleiðis, at tunnilsmunn kemur út beint niðan fyri ríðibreytina, og haðani verður vegur oman í Marknagilsvegin.
Tað er byggifyritøkan ArtiCon, sum hevur arbeiðið um hendi, bæði arbeiðið at gera vegin og at gera tunnilin undir Húsareyn.
##med3##
Tunnilsmunnin er nú so mikið klárur, at klárt verður at skjóta fyrsta skotið mánadagin, sigur Jón Sigurðsson, stjóri í ArtiCon.
Grótið, sum kemur úr tunlinum, verður brúkt til innkomuvegin.
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##me16d##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##