Skoda Superb - nýggjur og størri Skoda

Á bilaframsýningini í Frankfurt verður eisini ein nýggjur og størri Skoda, sum var at síggja á bilaframsýningini í Geneve í mars, undir navninum Skoda Montreux. Endaliga navnið bleiv tó Superb, ið bleiv brúkt til ein Skoda luksusbil frá 1934 til 1947

 

BILAR

Magnus Gunnarsson


Hóast Skoda Superb á myndini minnir nógv um Skoda Oktavia, er hetta ein størri bilur, ið verður bygdur yvir ein nýggjan VW Passat plattform. Bilurin er 4,80 m langur, 10 cm longri enn núverandi Passat. Við einari aksulfrástøðu uppá 2,80 m, er sera gott pláss til tey ferðandi á baksetrinum. Tríggir bensinmotorar verða at velja ímillum, teir verða: 2.0 litur við 115 hk, 1.8 litur 20V turbo við 150 hk og 2.8 litur V6 við 193 hk. Tveir dieselmotorar verða eisini: 1.9 TDI við 131 hk, og 2.5 TDI V6 og 155 hk.