Skomm bindir okkum meira saman enn kærleiki

– Einki annað í lívinum bindir okkum meira saman enn skommin, heldur sálarfrøðingur

– Øll bera skomm, og skommin er viðfødd. Vit sleppa ikki undan skommini, hon er her fyri at læra okkum at stýra gjøgnum lívið, og spurningurin er, hvussu vit møta skommini, um hon sleppur at tyngja okkum niður, ella um hon kann læra okkum nakað

Tað sigur 76 ára gamli Lars J Sørensen, sum hevur verið ovasti sálarfrøðingur á Psykiatrihospitalet í Nykøbing Sjælland í árunum 1979-2015. Hann helt fyrilestur í Føroyum mikudagin fyri føroyskum psykoterapeutum. Tað var Psykoterapeut Felag Føroya, sum skipaði fyri.

– Skomm bindir okkum saman. Tað er ikki modernað at skammast, men vit gera tað allíkavæl og alla tíðina. Tað er skommin, sum setir okkum upp á pláss, so skjótt vit eru saman, og enntá, tá íð vit hugsa um hvønn annan. Tað er einki annað í lívinum, sum bindir okkum meira saman enn skommin, ikki eingang kærleikin, sigur Lars J Sørensen við VikuskiftisSosialin.

Meira kann lesast í VikuskiftisSosialinum, sum fæst í sølubúðunum.