Skonkti eftir afturlatingartíð

(Í Rættinum: Leo Poulsen): Dómur fall á miðdegi í dag í rættarmálinum móti einum skeinkistað í Havn og eigaranum.

Skeinkistað og eigari vóru í tveimum førum ákærd fyri at hava skonkt eftir vanliga afturlatingartíð. Í fyrra førinum var løgreglan á vitjan 21. desember 2010, tá skeinkistaðið varð opið eftir klokkan 04.00.

Eigarin skjeyt seg undir, at hann helt seg hava fingið munnligt loyvi frá skrivaranum í loyvisnevndini at hava opið, men hetta avsannaði skivarin í rættinum.

Seinna førið var 13. februar í 2011, tá løgreglan kom á staðið fram ímóti klokkan 05.00. Starvsfólk avsannaðu, at klokkan var so nógv, og hildu upp á, at klokkan var farin beint av 04.00.

Dómarin valdi tó at trúgva løgreglufrágreiðingini, og dømdi skeinkistað, eins væl og eigaran eina bót.

Skeinkistaðið fekk 10.000 krónur í bót, meðan eigarin fekk tvær ferðir 1.000 krónur í bót.

Dómurin varð kunngjørdur nú á miðdegi, og eigarin hevur nú 14 dagar at umhugsal, um hann góðtekur dómin - ella skjýtur hann inn fyri eystara landsrætt