Skopun: Tað kann tykjast sum eitt stórt stig at ein lítil matvøruhandil í eini lítlari bygd ætlar sær at byggja sær nýggj og størri handilshøli.
Men fyri Sámal Hanne Lognberg í Skopun er hetta eitt stig, sum hann metir vera neyðugt.
- Støðan er tann, at kundin krevur nakað av okkum í dag: Hann krevur, at vit hava størri úrval og góð og rúmlig hølir.
- Og tí fara vit við góðum treysti undir hesa ætlanina fyri at veita kundum okkara eina betri tænastu, sigur hann við Sosialin.
Útgravingin er liðug, um stutta tíð verður farið undir at stoypa og í desember mánaði kemur stálkonstruksjónin. Tá komið er út í februar ella mars mánað komandi ár er ætlanin at tann nýggi og 450 fermetrar stóri handilsdepilin skal lata upp.
- Einaferð hugsaðu vit um at fáa jólasøluna við í nýggja handilin. Men tá vit so avgjørdu at víðka um hølið, sóu vit skjótt, at tað bar ikki til á hesum sinni, sigur Sámal Hanne Lognberg.
Víðka tænastuna
Sámal Hanne og konan Krista yvirtóku handilin Hjá Herman, ein handil sum hevur nógv ár á baki í Skopun.
Tey sóu skjótt, at í verandi handilshølum bar illa til at fremja nakrar broytingar ella víðkan, av teirri einfaldu orsøk at her var snøgt sagt bygt út í mark.
Hugsanin um at byggja nýggj handilshøli kom so við og við fram, og síðani varð sett út í kortið.
Í fyrsta umfari var bert hugsað um teirra egna handil, men tað vísti seg kortini at onnur vóru áhugað at leiga høli frá teimum.
So í teim nýggju handilshølunum hesi mini-handilsmiðstøðini í Skopun fer í framtíðini at verða ein stórur matvøruhandil, ein frisørsalong og ein klædnahandil.
Á henda hátt kunnu kundarnir fáa størri og betri tænastu og tað alt á einum og sama staði.
Góð plasering
Nýggi matvøruhandilin í Skopun fer at verða munandi størri enn tann, sum skopuningar higartil hava verið vanir við.
Í verandi handli hava tey húsast í umleið 60 fermetrum, men í nýggju handilshølunum eru 270 fermetrar avsettar til handilin. Íalt verður nýggja høllin 450 fermetrar.
Plaseringin av handlinum verður mett at vera sera væl vald. Hann liggur í útkantinum av bygdini, beint við høvuðsvegin og er tí lætt atkomuligur hjá skopuningum og øðrum fólki í oynni.
- Tað er ein tørvur á slíkum handli her á Sandoynni. Nú vilja vit so uppfylla henda tørvin, sigur ein vónríkur Sámal Hanne Lognberg.