Skoraði avgerandi málið sum tryggjaði KA 2. plássið

Áki Egilsnes gjørdist toppskjútti saman við Sigþór Gunnari Jónssyni, og skoraði avgerandi málið í týðandi heimasigri

Ígjár tóku Áki Egilsnes og liðfelagarnir í KA ímóti HK í einum sera týðandi dysti í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini. 

 

Áðrenn dystin hevði KA 26 stig á øðrum plássi, og HK hevði 23 stig á triðja plássi. 


Tað eydnaðist Áka Egilsnes og liðfeløgunum at vinna spennandi og javna dystin 23-22. Í steðginum var støðan javnleikur 10-10, og tað var javnt heilt til dystarenda. Áki Egilsnes skoraði avgerandi málið fyri KA, tá hann 15 sekund undan leikloki meddaði bóltin í málið hjá HK til støðuna 23-22, sum gjørdist endaliga støðan av dystinum. Áki Egilsnes gjørdist toppskjútti saman við Sigþór Gunnari Jónssyni. Báðir skutu seks mál fyri KA.

 

Áki Egilsnes hevur higartil skotið 92 mál fyri KA í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini. 

 

Tað er bert eitt umfar eftir av grundspælinum. KA liggur tvey stig aftanfyri lokalu kappingarneytarnar, Akureyri. 

 

Í seinasta umfarinum, ið verður leikt komandi fríggjakvøld tekur Akureyri ímóti HK og KA tekur ímóti unga liðnum hjá Vali. Vinnur KA sín dyst og tapir Akureyri sín dyst, so eru liðini jøvn í stigum. Tá vinnur KA fyrsta plássið tí Áki Egilsnes og liðfelagarnir eru betri innanhýsis.

 

Nummar tvey spælir kvalifikasjónsdystir heima og úti ímóti nummar fimm, og nummar trý og fýra spæla ímóti hvørjum øðrum. Samlaðu vinnararnir spæla uppflytingarfinalu, so spennandi dagar eru fyri framman hjá Áka Egilsnes.

 

Nummar eitt í deildini aftaná lokið grundspæl flytur beinleiðis upp í Ólís-deildina, sum besta hondbóltsdeildin eitur. 

 

Støðan:

 

1Akureyri17142145110830
2KA1714034318428
3HK1711154866323
4Þróttur179354443821
5Haukar U179264445320
6Valur U177464142318
7ÍBV U16619409-3813
8Stjarnan U165011357-5310
9Mílan172114335-1105
10Hvíti Riddarinn170017373-1680