Skora kassan upp á tollfría sølu

Tað er góð forrætning hjá tjóðarflogfelag og tjóðarflogvølli okkara at selja tollfríar vørur til ferðafólk.

 

Tað vísir roknskapurin hjá P/F Duty Free, sum er felag, sum Atlantsflog og Vága Floghavn eiga í felag.

Úrslitini hava verið góð øll árini, síðani felagið byrjaði í 2014. Fyrsta árið var avlopið 1,5 milliónir krónur. Annað árið var tað góðar seks milliónir, síðani vaks tað øll árini til 2019, tá tað var komið upp á 17 milliónir krónur.

Korona oyðilegði 2020, sum tó gav eitt avlop upp á 1,3 milliónir krónur. Í fjør sær betri út aftur, tá var úrslitið 6,3 milliónir krónur. 

Tollfría sølubúðin hevur so stóran týdning fyri Atlantsflog, at um tað ikki var fyri tollfríu vørurnar, so hevði Atlantsflog havt hall metárið í 2019, tá sølan hjá Atlantsflog var 574 milliónir krónur, meðan úrslitið bara var 7,8 milliónir krónur. Um Atlantsflog ikki átti helvtina av tollfríu sølubúðini, sum hetta árið gav Atlantsflog ein vinning upp á 8,5 milliónir krónur, so hevði Altantsflog havt hall.

Og at tollfríu vørurnar eru ein góð forrætning hjá partaeigarunum sæst av úrslitinum og vinningsbýtinum. Felagið hevur hesi árini havt 69,508 milliónir í yvirskotið, sum alt er goldið beinleiðis út í vinningsbýti. Tí felagið hevur goldið Atlantsflog og Vága Floghavn 69,5 milliónir krónur í vinningsbýti. Tað vil siga, at allur vinningurin hesi átta árini er goldin út í vinningsbýti, uttan 8.000 kr. 

Soleiðis fyllir yvirskotið av tollfríum vørum kassan hjá tveimum almennum partafølunum, sum harvið fáa størri yvirskot.