Laksavinna
- Eg kann ikki vátta, at vit fara at kanna føroysku og chilensku laksavinnuna fyri alt árið
2001.
Soleiðis sigur ein týdningarmikil kelda innan ES, sum norsk bløð hava tosað við.
Sum skilst, eru so nógvir føroyskir og chilenskir laksaútflytarar í kikaranum hjá ES fyri at hava dumpað laks inn á ES-marknaðin, at ES helst fer at velja nakrar burtur úr í sínum kanningararbeiði.
- Fyrsta stigið er, at vit fáa upplýsingar um laksaframleiðslu og
laksaútflutning frá fleiri útflytarum og alarum í Føroyum og Chili fyri triðja og fjórða fjórðingsár í fjør. Tá ið tað er gjørt, er næsta stigið at tosa við myndugleikar og feløg hjá alarum í hesum londum, so vit kunnu velja út nakrar útflytarar og alarar, sum skulu kannast. Kanningarnar fara møguliga at snúgva seg um alt árið 2001, sigur ES-keldan.
Sambært norskum bløðum, kann tað vera ein fyrimunur fyri Føroyar og Chili,
um ES tekur alt árið 2001 við í sína gransking, tí í fyrru helvt av árinum vóru laksaprísirnir nógv hægri enn í seinna hálvári.
Ein sakførari í Brússell, sum arbeiðir við dumpingmálum, sigur, at tað ringasta fyri Føroyar og Chili hevði verið, um ES bara hugdi at tí, sum hendi seinna hálvár í fjør.
Halda seg hava prógv
Tað eru serliga skotskir og írskir alarar, sum leggja Føroyar og Chili undir at dumpa laks inn á ES-marknaðin. Teir halda, at laksur verður seldur á ES-marknaðinum fyri prísir, sum eru lægri enn ?heimamarknaðarprísurin? í Føroyum og Chili. Tí vilja teir hava ES at kanna, um hetta er so, samstundis sum teir halda seg hava prógv fyri hesum.
Tað, sum ES nú skal kanna, er, um føroyskir og chilenskir laksaalarar og útflytarar hava skatt alararnar í ES við dumpingprísum.
Skotskir og írskir alarar siga, at tað, teir vilja, er, at øll triðjalond verða viðfarin eins í ES.
Noreg hevur eisini í fleiri ár ligið undir hóttanini hjá ES um, at felagsskapurin fer at leggja eyka toll á norskan laks.