Føroyar eru á fimta sinni í bólki við Skotlandi í einari undankapping.
Í teimum undanfarnu átta dystunum hava vit havt seks tap og tveir góðar javnleikir.
Heima í Føroyum hava vit megnað javnleik 1-1 og 2-2, og annars hevur talan verið um tvey 0-2 tap. Í 2007 rakti Andrew av Fløtum tvørtræið tá støðan var 0-1, so tá vóru vit ikki so langt frá einum góðum úrsliti.
Annars minnast vit øll við gleði teir litríku og blíðu skotsku áskoðararnar, ið komu til Føroya at hyggja eftir dystunum í 1995, 1995, 2002 og í 2007. Vónandi fer Korona-støðan at lætnað somikið, at "The Tartan Army" verður at síggja á Tórsvølli komandi ár.
Í Skotlandi hava vit tvær ferðir tapt greitt, ávikavist 6-0 og 5-1 í undankappingardystum. Í tveimum øðrum førum stóðu vit okkum heiðurliga við 1-2 og 1-3 tapum í undankappingardystum í Skotlandi.
Skotland og Føroyar hava spælt ein venjingardyst. Tað var í Aberdeen í 2010, og tá taptu vit 0-3.
Skotski landsliðsvenjarin, Steve Clark ávarar í samrøðu við BBC um, at Skotland hevur eina søgu og fortíð, har teir spæla móti veikari liðum á útivølli, eru greiðir favorittar og hava so kiksað. Her verður eisini hugsað um javnleikirnir í Føroyum í 1999 og í 2002.
Skotland fekk eisini bara javnleik 1-1 móti Moldova á útivølli í einum HM-undankappingardysti í 2004.
Steve Clark slær fast yvirfyri BBC, at teir í skotska hópinum undirmeta ongan og taka einki fyri givið í HM-undanbólkinum sum umframt Skotland, Føroyar og Moldova hevur Danmark, Ísrael og Eysturríki í bólkinum.
Steve Clark væntar tó, at tað vera Danmark, Eysturríki og Ísrael, ið Skotland kemur at kappast við fyri at vinna seg í HM-endaspælið í Katar á heysti í 2022.
Skotland og Danmark hava annars ikki spælt ein kappingardyst í FIFA og UEFA høpi síðani HM-endaspælið í Meksiko í 1986. Tá vann Danmark 1-0 á Skotlandi í innleiðandi bólkaspælinum.
Skotland hevur ikki vunnið seg í eitt HM-endaspæl síðani 1998.