Fólk harmast eftir øllum at døma framvegis um, at Skotlandssiglingin varð niðurløgd. Hinvegin letur til, at fleiri hava tikið Skotlandsflúgvingina hjá Atlants Flogi til sín. Í øllum førum hevur hendan rutan gingið so mikið væl, at flogfelagið hevur gjørt av at leingja tíðina flogið verður komandi ár munandi.
Byrjað var 22. juni í ár og beinanvegis sást, at fólk tóku væl undir við rutuni. Upprunaliga skuldi hon steðga fyri veturin síðst í august, men varð so longd til fyri stuttum.
Skotlandsrutan hjá Atlants Flogi liggur nú í dvala til 25. mars komandi ár, tá flogið verður aftur til Skotlands. Við øðrum orðum verður byrjað tríggjar mánaðir fyrr enn í ár.
- Vit eru ógvuliga væl nøgd við úrslitið og rutan sær rættiliga lovandi út. Komandi ár verður flogið til Skotlands og aftur í sjey mánaðir fyribils. Verður undirtøkan eins góð ella betri verður hon kanska longd upp aftur meir, sigur Heri Niclasen, sølu- og marknaðarstjóri á Atlants Flog.