Skotlandssiglingin!

Nú Atlantsflog er farið undir at flúgva til Skotlands eiga vit at taka fram aftur Skotlandssiglingina, soleiðis at vit fara inn í næstu øld við bæði flog- og sjósambandið til okkara næsta granna Skotland

NÚ Atlantsflog er farið at flúgva til Skotlands, og nú Smyril Line aftur leggur leiðina inn til Lervik í Hetlandi stendur spurningurin framvegis opin og ósvaraður: hvussu við Skotlandssiglingini? TAÐ er greitt, at summarflúgvingin ella summarsiglingin hjá ávikavist Atlantsflog og Smyril Line geva ikki nakað svar uppá umrødda spurning.


TAÐ var undanfarna landsstýrið við sjálvstýrisflokkinum á odda, sum avreiddi okkum Skotlandssiglingina. At hetta so eisini hóvaði hinum flokkunum í Tinganesi væl er so sigur heldur ikki so lítið.


STRANDFERÐSLAN hevði bygt upp ein nýtt ferðamynstur - eina farleið, sum - hóast hon gav undirskot - tó mentist fyri hvønn dag. Siglingin millum Føroyar og Skotland alt árið var einki minni enn ein kollveltandi roynd, sum hevði eitt framtíðar tættari samband millum Føroyar og Skotland/Ongland/meginlandið fyri eygað. Henda siglingin rúmaði so nógvum. Eitt var so tað, at hon var vorðin farleiðin hjá tí meiniga føroyinginum, sum nýtt høvi til at fara á innkeyp ella rætt og slætt at ferðast til hetta okkara so vakra grannaland. Hinvegin bar hon eisini í sær, at føroyskir fiskaútflytarnar høvdu ein einastandandi møguleika alt árið at kunna flyta feskan fisk til stóra bretska marknaðin og inn á meginlandið. Fyri ikki at tosa um møguleikarnar fyri tættari samvinnu og samstarvi á øðrum økjum sum eitt nú innan mentan og vinnulív annars.


TAÐ hevur einki við at vera negativur móti dønum ella at undirmeta sambandið millum Føroyar og Danmark, tá vit siga, at vit føroyingar hava eisini brúk fyri at hyggja í aðrar ættir. Og her var Skotlandssiglingin ein so avbera góður møguleiki.


NÚ er hann so ikki til longur, og tí kann tað kanska vera ?umsonst? at tosa um hann. Vit gera tað kortini, tí hóast siglingin ikki er longur, so átti íblásturin frá Smyrlatíðina at verið so mikið sterkur enn, at onkur tók stig til at fáa siglingina í gongd aftur - um ikki í ár ella næsta ár, so at sett sær sum mál at fingið í lag eina Skotlandssigling frá í seinasta lagi 1. januar ár 2000. Hví ikki markera byrjanina til eina nýggja øld við nettup at sett út í kortið hesa farleið og harvið eisini latið eygu og oyru okkara upp fyri einum øðrum parti av heiminum enn tann, sum vit eru so von við, nevniliga Danmark og Norðurlond annars.


VIT hava bara gott av at víðka sjónarringin, og tá hugsað verður um møguleikarnar fyri samvinnu innan frálandavinnu á Atlantsmótinum í framtíðini, so er tað so upplagt, at ein siglingarbrúgv verður knýtt millum Føroyar og Skotland. Alt gott um flúgvingina og siglingina uppá Hetland, men hesi bæði eru ikki nóg mikið til at nøkta tørvin. Lat okkum kalla hesi bæði tiltøkini fyri ein partur av eini heild. Um vit so fáa fasta rutu til Skotlands alt árið, so verður so avgjørt eisini brúk fyri flogsambandinum. Tað eina útilokar ikki hitt, tvørturímóti supplera tey hvørt annað.