Skotski syndabukkurin iðrar seg

Matt Elliott, sum varð vístur av vøllinum móti Føroyum, sigur útvísingina vera tað lægsta í hansara karrieru sum fótbóltsspælari

Tað er synd at siga, at Matt Elliott er best umtókti fótbóltsspælari í Skotlandi í løtuni.

Tað var hann, sum varð rikin av vøllinum móti endanum av fyrra hálvleiki, og bretsku fjølmiðlarnir hava verið skjótir at gjørt hann til syndabukk fyri »tapið«, sum skotar meta 1-1 javnleikin á Svangaskarði at vera.

? Hetta er tað lægsta, eg havi verið í míni karrieru, segði stóri skotski verjuspælarin við Sky Sports.

? Tað var tápuligt av mær at leggja á. Tað var býtt, smáting, og eg bleiv provokeraður. Hóast tað var eitt klandur, sum hevði vart eina løtu, viðgangi eg, at eg bar meg skeivt at, og tað havi eg eisini sagt venjaranum, segði Elliott.

? Eg eri sera vónsvikin av mær sjálvum. Í seinna hálvleiki sá tað út til, at vit fóru at vinna, og tað hevði gjørt tað eitt sindur frægari.

Tí kom tað serliga illa við hjá honum, at Hans Fróði stútaði bóltin í kassan stutt fyri leiklok.

? Men teirra mál setir sjóneykuna á mítt mistak, og tað hevur gjørt tað nógv verri, segði hann og legði afturat:

? Craig Brown segði einki við meg um mína framtíð á skotska landsliðnum. Hann tosaði við meg eina lítla løtu í hálvleikinum, men hevði so nógv annað at hugsa um. Hann bað meg um at halda høvdið høgt. Eg veit ikki, um hetta var mín síðsti dystur fyri Skotland. Alt eg veit er, at eg eri leikbannaður í ein dyst, og so fáa vit at síggja.


Áttu at verið ov góðir fyri Føroyar

Skotski venjarin Craig Brown helt fyri við Sky, at hóast skotska liðið var skert frá byrjan orsakað av so mongum skaðum, áttu teir framvegis at verið ov góðir fyri Føroyar.

? Hóast vit vóru skerdir, væntaðu fólk, at vit fóru at vinna her, og harvið meini eg einki ringt um Føroyar. Eg rokni við, at øll lið fáa trupulleikar av Toda Jónsson, og tað var eitt løgið lið at spæla ímóti, tí teir vóru sterkir kropsliga, segði Brown og sipaði við hesum ivaleyst til, at skotska liðið sum oftast er likamliga sterkari enn mótstøðuliðini, men ikki eins væl fyri tekniskt.