Skottilburður í Fields í Keypmannahavn

Fleiri danskir miðlar hava tosað við fólk, sum hava greitt frá skottilburðum inni í handilsmiðstøðini Field's í Keypmannahavn

 

Vælmannað og alvápnað løgreglulig eru á staðnum við handilshúsið Fields á Amager í Keypmannahavn.. - Foto: Presse-Foto.dk/Ritzau Scanpix

Sera nógv løgreglufólk eru í løtuni við sølumiðstøðina Field's á Amager í Keypmannahavn. Tað vísa myndir av staðnum.

Ekstra Bladet skrivar, at fólk renna út úr sølumiðstøðini. Vegirnir kring Field's eru sperraðir.

Tað er ógreitt, hvør orsøkin er, og løgreglan hevur einki váttað um tilburðin enn.

Eitt miðlafólk hjá sølumiðstøðini váttar fyri Ritzau, at løgreglufólk eru á staðnum, men kann einki siga um hendingina, fyrr enn løgreglan hevur gjørt sítt arbeiði.

Sambært einum vitni, sum Ekstra Bladet hevur tosaðv ið, hoydi viðkomandi ljóð, sum sum ljóðaði sum skot nærindis matstovudeildina. Ta- er ikki vátta, um talan er um skottilburð.

Eisini TV2 skrivar, at boð er um skottilburð í handilsmiðstøðini. Tann upplýsing hevur TV2 frá fleiri fólkum, sum vóru á staðnum.

DR visti at siga frá einum mammu, at dóttir hevði ring og sagt, at tað varð skotið inni í Field's

 

##med2##

/ritzau/

 

Vælmannað og alvápnað løgreglulig eru á staðnum við handilshúsið Fields á Amager í Keypmannahavn.. - Foto: Presse-Foto.dk/Ritzau Scanpix

 Handilshúsið Fields í Ørestad, sunnudagin 3. juli 2022 - Foto: Olafur Steinar Gestsson/Ritzau Scanpix