Vónin, sum teir í NSÍ høvdu, tá ið teir rindaðu møðina eftir 1. hálvleik, verður ikki til veruleika.
Stutt undan steðginum minkaði NSÍ um munin í Kourinn høllini í Kópavogi, so Valur var frammanfyri 2-1, og harvið var møguleikin størri hjá NSÍ at koma afturíaftur, eftir at Valur við brotssparki og leysum bólti í brotsteiginum hevði lagt seg framum við tveimum málum.
Í 2. hálvleiki hevur eingin slingur verið í valsinum hjá Vali, sum er á odda 5-1, nú tað resta tíggju minuttir. Málið hjá NSÍ skoraði Dejan Stankovic.