EB/Streymur er oddalið og stevnir fram ímóti FM heitinum. KÍ er triði niðast, og tað er avgjørt møguleiki fyri, at klaksvíkingar kunnu stevna ímóti næstbestu deildini.
Eftir at Arnbjørn Hansen hevði skorað eina ferð í 1. hálvleiki og eina ferð í 2. hálvleiki, gjørdi Hans Pauli Samuelsen hol í sjógvin, tá ið hann við tveimum tøttum málum økti um leiðsluna til 4-0. Arnbjørn Hansen spældi Hans Paula sera hegnisliga leysan til triðja málið, og fjórða málið skoraði Hans Pauli eftir at klaksvíkingar høvdu mist á egnari hálvu.