Tað hilnaðist ikki væl í 2. hálvleiki hjá KÍ kvinnunum, sum seinnapartin hava spælt Europa Cup fótbólt ímóti íslendska Vali.
Í 1. hálvleiki var 1-0. Fyrrapartin av 2. hálvleiki skoraði Valur fimm mál. So tóku íslendsku spælararnir sær meiri av løttum.
KÍ hevði ikki nógv álop í 2. hálvleiki.
Tað tóktist sum um, at KÍ kvinnurnar vóru ógvuliga troyttar, eftir at tær hósdagin og aftur í dag hava arbeitt ógvuliga nógv.
Síðstu dystirnir í innleiðandi Europa Cup bólkinum verða týsdagin. Tá fara KÍ og finska FC Honka at spæla á Tórsvølli, og Den Haag og Valur fara at spæla á Svangaskarði. Báðir dystirnir verða klokkan 16.