Talan er óivað um ein tann størsta sigurin í fremstu deildini í føroyskum kvinnuhondbólti nakrantíð, og úrslitið sigur ikki so lítið um munin á toppinum og botninum í Sunset-kappingini.
Avgjørt beinanvegin
Tað sást beinan vegin, hvønn veg tað fór at ganga. Heimaliðið ætlaði ikki at taka sær av løttum, sjálvt um tær vóru væl greiðar yvir, at mótstøðan var av teimum lættaru.
VB gjørdi bart tíðliga í dystinum, og tað gekk so mikið skjótt fyri seg, at venjarin hjá Tjaldur, Henrik Daugaard, bað um time-out, longu tá ið einans slakir seks minuttir vóru leiktir av dystinum. Tá hevði heimaliðið eisini longu lagt seg á odda 8-0!
Steðgurin tóktist hjálpa eitt lítið sindur upp á støðuna hjá Tjaldur, sum næstu løtuna fekk nøkur mál, men VB setti ferð á aftur, og munurin millum liðini bara øktist. Jacoba Langgaard hjá Tjaldur royndi tó nærum einsamøll at bøta um støðuna hjá gestunum, og hon skeyt nærum helmingin av øllum málunum hjá Tjaldur. Í fyrra hálvleiki skeyt hon fimm av teimum sjey málunum, sum gestirnir fingu.
Tvær fingu fjúrtan mál
Onkuntíð verður skrivað um, at onkur spælari í einum dysti hevur skorað 13, 14 ella fleiri mál, men tað má verða meiri sjáldsamt, at tveir liðfelagar í sama dysti skora ikki færri enn 14 mál hvør. Hetta var tó veruleiki sunnudagin, tá ið bæði Daiva Tomaite og Christina Holm sendu 14 ferðir í netið hjá Tjaldur. Ivasamt er, um hetta man verða komið fyri áður.
VB gjørdi undir øllum umstøðum sína skyldu sunnudagin, og tær prógvaðu eisini, at hóast mótstøðan er veik, so megna tær at halda konsentratiónina og koyra við fullari ferð allan dystin. Hetta sást eisini aftur á máltalvuni, tí tá ið dysturin var lokin, stóðu tað 50 mál til VB og 17 til Tjaldur.
VB-Tjaldur 50-17(25-7)
VB: Christina Holm 14(4), Daiva Tomaite 14, Sólrun Krosslá 6, Aukse Vysniaskaite 6, Rannvá Augustinussen 4(1), Arnleyð Hjelm 3, Laila Jespersen 3
Tjaldur: Jacoba Langgaard 8(3), Anni Højgaard 2, Hanna Isaksen 2, Ellenbjørk Hammer 2, Anna Hansen 1, Kirstin Jacobsen 1, Heidi Sevdal 1
Brotskøst: VB 6(5), Tjaldur 3(3)
Útvísingar: Tjaldur 6
Dómarar: Dánjal Samuelsen og Gunnar Gregoriussen