Skráin fyri Summar Festivalin í Klaksvík er núr løgd og tað er lagt upp til hugnaligar dagar í tónleikahøvuðsstaði Føroya. Uttaneftir vitja kend nøvn og ein rúgva av góðum føroyskum nøvnum prýða festivalskránna.
Fyrireikingarnar ganga væl, og tónleikarar gera seg í hesum døgum til reiðar til stóra tiltakið, sum er fyrsti festivalurin, sum ætlandi skal verða afturvendandi tiltak.
24 bólkar og solistar fara at syngja og spæla í Klaksvík í døgunum frá 12. til 15. august. Tiltøkini eru sjey í tali. Morgunmatarborðið, sum Norðoya Sparikassi bjóðar til leygarmorgunin klokkan 10.00, er ókeypis.
Atgongumerkjasølan fer fram á Shell-støðunum kring landið og á Kunningarstovuni í Havn. Atgongumerki verða seld til hvørt tiltak sær, og tí hava fólk sjálvi møguleikan at seta sær sín festival saman, sum teimum passar best.
Hósdagur 12. august
Kl. 21.00 Konsert við Pætur við Keldu í Atlantis
Fríggjadagur 13. august
Kl. 21.00 Workshop við Ken Hensley (UK) í Atlantis
Kl. 00.00-04.00 Konsert og dansur í KÍ-høllini: Gunnar Mikkelsen (DK), Terji
Rasmussen og DJ Cool.
Leygardagur 14. august
Kl. 10.00-12.00 Norðoya Sparikassi bjóðar til morgunmatarborð í miðbýnum.
Tónleikur verður at hoyra av Sparikassapallinum.
Kl. 15.00-00.30 Stór útikonsert í miðbýnum. Ken Hensley (UK), Boney M (D),
Hanus G. Johansen, Hjarnar, Guðrun Sólja Jacobsen, Frændur,
Ólavur Presley and his Dirty Rag Rags, Trølla Pætur & Angela,
Credo, Brandur Enni, Týr, Petsi Tvørfoss og Johan í Kollafirði.
Sí nærri skrá niðanfyri.
Kl. 01.00-04.00 Dansur í KÍ-høllini: Showmenn, Elton John Jam og DJ Cool.
Sunnudagur 15. august
Kl. 20.30 Gospelkonsert í KÍ-høllini: Kjell Samuelson (SE), Hans Inge
Fagervik (NO), Torkil Mørkøre og Sigrið Rasmussen &
Gunnar Guttesen.
Skrá fyri Útikonsertina leygardagin 14. august
Bólkarnir spæla á tveimum pallum. Á tí stóra pallinum á Vágsbøi og á tí hugnliga sparikassapallinum, sum stendur á økinum uttanfyri Norðoya Sparikassa.
V: Vágsbøur
SP: Sparikassapallurin
Kl. 15.00 (V) Trølla Pætur og Angela
Kl. 15.45 (V) Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, setir Summar Festivalin
Kl. 16.00 (V) Credo
Kl. 16.30 (SP) Brandur Enni
Kl. 17.00 (V) Týr
Kl. 17.45 (SP) Petsi Tvørfoss
Kl. 18.15 (V) Hjarnar
Kl. 19.00 (SP) Guðrun Sólja Jacobsen
Kl. 19.30 (V) Frændur
Kl. 20.20 (SP) Hanus G. Johansen
Kl. 21.00 (V) Ken Hensley (UK)
Kl. 22.00 (SP) Johan í Kollafirði
Kl. 22.30 (V) Ólavur Presley and his Dirty Rag Rags
Kl. 23.30 (V) Boney M (D)
Heimasíða við upplýsingum og tíðindum: www.summarfestivalur.foFestivalútvarp á Rás 2 hvønn hósdag kl. 17.oo