Skráin fyri Summartónar almannakunngjørd

24 bólkar og einstaklingar luttaka á Summartónum. Tey flestu av hesum eru úr Føroyum, men harumframt eru eisini Ísland, Svøríki, Noreg og Eysturríki umboðaði. - Skulu vit tosa um okkurt yvirordnað tema, so má tað vera luttøkan úr Eysturríki, vísir Kristian Blak fyriskipari á.

- Vit samstarva við tvey almenn feløg í Eysturíki, og tónleikarar haðani koma til Føroyar at spæla saman við føroyingum og at spæla føroysk verk. Hetta er eitt samstarv, sum eisini merkir, at Aldubáran í Heyst skal til Eysturríki at framføra føroysk verk. Tað er annars ofta trupult, at sleppa uttanlands at framføra tílíkan nýskrivaðan føroyskan tónleik, sigur Kristian Blak. Hann vónar at hetta við at samstarva við feløg í útlandinum kann halda fram, og vísir á, at longu nú verður arbeitt við at fáa samstarv við Suðurafrika í lag til Summartónar 2008.

 

Summartónar alt summarið

Summartónar er í døgunum 25. juni til 2. juli, men fevnir eisini um mánadag við Gjógv konsertrøðina, ið er allan juli mánað og Concerto Grotto konsertirnar, ið byrja í dag og halda fram til 25. august. Tilsamans fevnir Summartónar um ikki færri enn 64 tónleikatiltøk.

 

Bólkar og einstaklingar

 

Aldubáran Sinfonietta (Føroyar/Eysturríki), Bernharður Wilkinson, leiðari

Benjamin Petersen Kvintett (Føroyar)

BenJammin (Føroyar)

Budam (Føroyar)

Crawling Blue (Føroyar)

Dánjal á Neystabø (Føroyar)

Duo Rima (Ísland/Svøríki)

INÖK ? forum elektroakustik? audio·video (Eysturríki)

JazzTrio & Joel Wästberg (Føroyar/Svøríki )

Kiezelmayer (Føroyar)

Kvonn (Føroyar)

Odd-Arne Jacobsen & Edvard Nyholm Debess (Føroyar/Noreg)

Tjant (Føroyar)

Tórshavnar Kamarkór (Føroyar)

Uni Debess (Føroyar)

Watkins? Kids (Føroyar)

Yggdrasil (Føroyar)

ÖKB ? kamarmusik (Eysturríki)

Anmari van der Westhuizen (Eysturríki)

Guðrið Hansdóttir (Føroyar)

Gunnhildur Halla Guðmundsdóttir (Ísland)

Kári Sverrisson (Føroyar)

Ólavur Jakobsen (Føroyar)