POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Mikudagin seta eini 60 føroyingar kósina í ein útnyrðing við leiguflogfari. Hesi fólkini umboða tilsamans 20 fyritøkur, sum við løgmanni, Jóannesi Eidesgaard, á odda skulu vitja í Íslandi í tríggjar dagar. Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri, er eisini við á ferðini.
Talan er um fyritøkur úr serstakliga fiskivinnuni, fíggjarvinnuni, flutningsvinnuni og flutningsvinnuni, sum koma aftur til Føroya við rutuflogfari fríggjadagin.
Spurdur, um løgmaður er nøgdur við talið av luttakarum, nú tað hevur ljóðað. at undirtøkan fór at verða í lakara lagi, svarar hann játtandi.
- Tað er gott og ivaleyst eitt hóskandi tal, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur, at orsøkin til atfinningarnar,sum hava verið móti talinum av luttakarunum, kanska koma av, at ikki øll teknaðu seg til túrin beinanvegin.
- Tað er tvinnanda endamál til túrin. Tað er bæði ein politisk, almenn vitjan, og eitt vinnuligt framtak, har vinnan brúkar løgmann, sigur Jóannes Eidesgaard og minnir á, at slíkt er vanligt í øðrum londum. t.d. Danmark, har umboð úr Kongshúsinum ofta er við á slíkum ferðum.
- Hetta er sama nummarið sum Haldór Ásgrimsson gjørdi her í Føroyum, sigur Jóannes Eidesggard og sipar til vinnuátakið, sum íslendskt vinnulív gjørdi her í Føroyum í fjør, tá táverandi íslendski forsætisráðharrin vitjaði her.
Vitja Decode
Tað eru Løgmansskrivstovan, sum saman við Menningarstovuni, Vinnuhúsinum og íslendskum myndugleikum, ið leggja ferðina til rættis.
Tá løgmaður verður spurdur, hvør t.d. hevur avgjørt at vitja Decode, ið kannar ílegutøkni, svarar hann ikki beinleiðis, men sigur, at tað er ein blandingur av nógvum, og at vinnan sjálv hevur lagt sær ferðina til rættis.
- Hetta er kanska ein nýggjur máti at føra politikk upp á í Føroyum, sigur Jóannes Eidesgaard, ið heldur, at føroysk vinnulívsfólk fegnast um, at tey fáa høvi at gera eina slíka ferð við einum framstandi politikara, sum hann málber seg.
Hvat er høvuðsmunurin á hesi ferðini og túrinum til India?
- Hesin túrurin er meira konsentreraður, sigur løgmaður um Íslandsferðina, sum einans skal vara í tríggjar dagar.
- Mín partur líkist mest eini almennari vitjan, sigur løgmaður, sum eisini skal síggja ymisk mentanarlig støð, m.a. húsini hjá Laxness, rithøvunda og nobelvinnara.
MYNDATEKSTUR
Løgmaður kann byrja at pakka sær kuffertið. Mikumorgunin er hann oddamðaur fyri einum hópi ið telur 60 fólk, ið fara á eina almenna ferð og handilsferð til Íslands í tríggjar dagar
-- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- --
FAKTA
Skrá løgmans í Íslandi
Mikudagin 31. januar
Kl. 14 Fundur við Geir H. Haarde, forsætisráðharra
Kl. 15.30 Tíðindafundur
Kl. 16 Vitjan á høvuðsskrivstovuni hjá Rúmfatalagerinn, sum Jákup á Dul Jacobsen rekur
Kl. 19.30 Døgurði, har Geir H. Haarde er vertur
Hósdagur 1. februar
Kl. 9 Løgmaður letur upp handilsráðstevnu
Kl. 10.15 Vitjan á Gljúfrasteinn, húsini hjá Halldór Laxness
Kl. 11.25 Vitjan á Nesjavellir, jarðhitaorkuverk
Kl. 12.30 Ábit í gestabýlinum hjá forsætisráðharranum á Tingvøllum
Geir H. Haarde, forsætisráðharri, er vertur
Kl. 15 Vitjan á Ölgerðin, ið er størsta bryggjarí í Íslandi
Kl. 19 Døgurði á Hotel Nordica, har løgmaður er vertur
Fríggjadagur 2. februar
Kl. 9 Vitjan á Decode, ið starvast við gransking av arvaeginleikum
Kl. 10.15 Vitjan á fíggingarstovninum Kaupþing,
Kl. 11.30 Arbeiðsdøgurði saman við Valgerður Sverrisdóttur, uttanríkisráðharra, har hon er vertur
Kl. 13.15 Tíðindafundur
-- -- -- -- -- - -- -- - -- --
FAKTA
Føroysku fyritøkurnar, sum fara við løgmanni til Íslands:
Bergfrost
Faroe Ship
P/F Poul Michelsen
Eik Banki P/F
Polarstjørnan PF
Framherji
MARU Seafood
Kaupthing Banki
Sp/f ETP Consult
P/F Poul Hansen
ReproZ
P/F PRG Export
Tryggingarfelagið Føroyar
P/F Føroya Banki
Atlantic Airways
Bitland
Smyril Blue Water
PF Vinnan
Føroya Tele
Team 85