Skráseta skip í Mongolia

Mongolia hevur onga strond og tískil heldur onga havn. Ikki ein einasti metur av landsins 8.000 kilometra langa marki liggur við sjógvin, og lægsta staðið í landinum er eisini 518 metrar yvir havinum.

Kortini er Mongolia í ferð við at gerast ein sjóferðslutjóð. Myndugleikarnir eru komnir eftir, at tað ber til at útvega ríkiskassanum útlendskt gjaldoyra við at lata útlendsk reiðarí skráseta síni skip har og at lata skipini sigla undir mongolskum flaggi.

Hetta hevur eisini víst seg at hava áhuga, tí sambært myndugleikunum eru umleið 20 útlendsk skip á veg undir mongolskt flagg. Higartil eru tað yvirhøvur russisk skip, sum fara undir tað mongolska flaggið, men myndugleikarnir ætla sær eisini at fáa fatur á øðrum skipum, og teir hava tí latið upp eina serliga skrásetingarskrivstovu í Singapore.