Skráseting burdi verið krav

? Løgreglan fær onkur mál av og á um fólk, sum verða órógvað av ókendum sms-boðum, men tað er ikki so ofta, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á Kriminaldeildini hjá løgregluni og leggur afturat, at fólk duga eisini væl at skyna á, nær grundarlag er fyri at boða løgregluni frá ella ikki.
Hann heldur fram, at tá eitt mál verður kannað, roynir løgreglan altíð at finna fram til viðkomandi persón, sum eigur telefonina og fáa hann at halda uppat. Men samstundis viðgongur Bergleif, at tað kemur fyri viðhvørt, at tað ikki ber til at finna persónin, tí viðkomandi ikki hevur skrásett seg sum brúkara.
Í teimum førum, har løgreglan hevur funnið viðkomandi, hevur tað í flestu førum víst seg at hjálpt.
Men Bergleif Brimvík heldur kortini, at tað átti at verið eitt krav, at ein sum útvegar sær eitt telefonnummar varð skrásettur hjá telefelagnum.
?Um talan nú er um eitt serliga grovt mál, so hevur løgreglan jú brúk fyri at kunna uppspora persónin skjótt. Men um hann ikki er skrásettur, so sigur tað seg sjálvt, tað kann darva uppkláringararbeiðinum, sigur Bergleif Brimvík.

- sae -