Stórt skrædl í toskafiskiskapi í Eystursjónum

Skerjingin av donsku toskakvotuni í vestara parti av Eystursjónum á heili 92 prosent kemur eftir, at toskaveiðan er nógv minkað seinastu árini.

Í ár hevur danski fiskiflotin eina toskakvotu í vestara parti av Eystursjónum á 1746 tons. Men, næsta ár sigur fiskifrøðiliga tilráðingin, at kvotan einans verður 141 tons.

 

Danska toskakvotan er ein hjáveiðikvota, tí beinleiðis veiða eftir toski er ikki loyvd í Eystursjónum.

 

Donsku fiskimenninir halda lítið um stóru avmarkingarnar í toskaveiðini, tí avmarkingar fara at gera tað ómøguligt at fiska við troli ella gørnum  - uttan, at kvotan verður ovfiskað.

 

Skerjingin av donsku toskakvotuni á heili 92 prosent kemur eftir, at toskaveiðan í Eystursjónum er nógv minkað í fleiri ár. 

 

Hyggja vit eftir, hvør gongdin hevur verið, vísa hagtøl, at donsk skip fiskaðu 20.492 tons av toski í vestara parti av Eystursjónum í 2012. Virðið av veiðini var 187 miljónir danskar krónur. 

 

Í 2017 var veiðan minkað niður í 8590 tons, og virðið gjørdist meira enn hundrað miljónir krónur minni enn í 2012.

 

Síðan 2017 hevur rættiligt skrædl verið í donsku toskaveiðini í vestara parti av Eystursjónum.

 

Í fjør fiskaðu donsk skip nevniliga 1947 tons av toski, sum vórðu seld fyri 37 miljónir krónur, og fram til hin 1. oktober í ár hevur toskaveiðan einans verið 554 tons, sum eru seld fyri 10,3 miljónir krónur.

 

Kelda til hesa greinina er www.kystmagasinet.no