Skrivaðu søgu í Sørvági

Fyri fyrstu ferð nakrantíð megnaði 07 Vestur at vinna í landskappingini, tá ið botnliðið higartil gjørdi av við oddaliðið

Fótbóltur

 

At bólturin framvegis er rundur, og at einki er avgjørt fyrrenn alt er avgjørt og meiri av tí slagnum varð rudduliga undirstrikað, tá ið 07 Vestur í gjár setti trý stig inn á kontina, sum eftir trý tey fyrstu umførini var skralltóm. 07 Vestur er spildurnýtt í fremstu deildini, og tí var hetta fyrsti sigurin nakrantíð hjá nýggja vágaliðnum í bestu deildini.

Sigurin var sjálvandi kærkomin, og hann var eisini eyðsýndur, tí hann varð vunnin á B36, sum undan 4. umfari var einasta liðið við fullari úrtøku. Hegga Samuelsen hevði ábyrgdina á 07 Vestur beinkinum. Piotr Krakowski er í Póllandi, og tað vóru vorðin sum tíðindi, hann hoyrdi klokkan 5 ígjár!

Hesa ferð bar ikki til hjá árstalsfelagnum, sum longu í 1. hálvleiki noyddist at skifta vongverjan í høgru, Magnus Olsen, út, og sum hevði skadda Jákup á Borg á beinkinum, inntil tað restaði eitt korter. Tá ið landsliðsspælarin varð settur á vøllin, var støðan 2-2, og tað kundi verið líkt til, at Mikkjal Thomassen ætlaði at vinna øll stigini. Soleiðis tørnaði tað tó ikki út.

Heimaliðið hevði alla tíðina verið væl upplagt og ágrýtið, og tí var einki forgjørt í, at tað fall 07 Vesturi til fyrimunar. Seinastu tíggju minuttirnar skoraði superveteranurin Jens Erik Rasmussen tvey mál. Tað fyrra við frísparki, sum úr høgru sigldi millum nógvar og framvið Tróndi Vatnhamar í B36 málinum, og tað seinni við brotssparki, tá ið vanliga leiktíðin var farin.

Ransin Djurhuus hevði havt gula kortið sjey ferðir á lofti, tá ið hann bríkslaði fyri síðstu ferð, og rómurin í 07 Vestur leguni var stórur. Hugburðurin hevði verið fínur, og tað hevði víst seg at loysa seg at vinna nærdystirnar og vera fyrstur á returbóltunum.

Høgri vongverjin, Ragnar Niclasen, sá longu í 9. minutti gult, og miðskeiðis í 1. hálvleiki varð hann útskiftur – ivaleyst tí venjarin kalkuleraði við møguleikanum fyri einum gulum korti afturat.

Heimaliðið slerdi tónan ann beinanvegin. Tór-Ingar Akselsen breyt ígjøgnum í vinstru og legði innfyri, og miðvallarin í høgru Hans Arni Ellefsen stýrdi bóltin í málið.

Tá ið góður hálvur tími var farin, tóktist tað skula vera sum vanligt, tí eftir lítlari løtu skoraði B36 tvær ferðir: Í fyrra førinum var Sam Malson púra leysur, tá ið hann skoraði eftir fríspæling frá Brima Koroma, og í seinna førinum átti Brima Koroma aftur sín stóra leiklut. Trygvi Askham hálvbjargaði skotroynd frá honum, og innskifti Johan Ellingsgaard var fyrstur á returbóltinum.

Undan steðginum javnaði 07 Vestur, og tað var ógvuliga týdningarmikið. Málskjútti var Milan Pejcic, sum við nærra stólpa stútaði í málið eftir hornasparksinnlegg úr høgru.

Í 2. hálvleiki var tað Tór-Ingar Akselsen, ið var millum mest eyðsýndu heimamenninar, sum vann frísparkið, sum bar leiðslumálið við sær, og tá ið B36 hevði spent bogan í roynd at koma aftur í aftur, og 07 Vestur vann brotsspark, var tað, eftir at Hendrik Rubeksen varð feldur.

Eftir lúsingin í Gøtu fótaði 07 Vestur sær, og í árstalsfelagnum í høvuðsstaðnum fingu teir enn eina ferð staðfest, at Sørvágur er torførur skansi at vinna á.