Skrivar bók um veðrið í 120 ár

Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, hevur savnað saman hagtøl um føroyska verðrið í 120 ár. Hagtølini verða í næstum givin út í bók

John Johannessen


Seinasta hálvtannað árið hevur Petur Skeel, veðurfrøðingur, sitið og savnað hagtølini fyri veðrið í Føroyum seinastu 120 árini.

Hesi hagtøl skulu í næstum gevast út í bók, sum lýsir søguligar hendingar umframt veðrið fyri hvønn mánað síðani 1880.

Í bókini fær hvørt av hesum 120 árunum eina opnu. Á vinstru síðuni av hesi opnu skulu hagtølini fyri verðrið standa. Á høgru síðuni skal ein serlig mynd frá ávísa árinum vera saman við einum teksti um onkra serliga hending frá árinum.

Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið gevur bókina út. Men Petur Skeel er høvundur at allari bókini, bæði tí veðurfrøðiliga og tí søguliga.

Ætlanin var, at bókin skuldi koma út í heyst. Men nú er kortini ikki vist, at hon kemur fyrr til jóla ella tíðliga næsta ár. Tað hevur nevniliga verið eitt sindur torførari at savna tilfar til høgru síðurnar við søguligum myndum og teksti, enn væntað.

Tað er Allan Brockie, fotografur, ið hevur ábyrgdina av at savna myndatilfar til bókina.

»Veðrið í Føroyum í 120 ár« verður ikki ein bók til skúlabrúks, men heldur ein gávubók. Niels Jákup Thomsen frá Bókadeild Føroya Lærarafelags sigur, at arbeiðið við hesi bókini er nakað, bókadeildin ger við síðuna av vanliga arbeiðinum, ið er at gera bøkur til skúlabrúks.