Eina ferð um árið hittast skrivstovufólk hjá dóms- og politivaldi í Danmark, Norra og Svøríki til fundar, og var hesin fundur í Føroyum undan hvítusunnuni.
Umframt at hava faklig evni til viðgerðar, gevast eisini stundir til útferðir og annað, tá tey vitjað hjá hvørjumøðrum upp á skift.
Fríggjadagin vitjaðu føroysku vertirnir og norðurlendsku gestirnir í Miðlahúsinum, og tá hittu vit Kate Kengen, sum stendur á odda fyri fakfelagnum hjá teimum, ið arbeiða í donsku dómstólunum.
Hon greiddi soleiðis frá samstarvinum millum skrivstovufólkini hjá dóms- og politivald í Danmark, Norra og Svøríki.
Fundurin byrjaði mikudagin og vardi til fríggjadagin, tá summi fóru avstað aftur, meðan onnur longdu sær ferðina og steðgaðu í Føroyum til sunnudagin.