Skrivstovulærlingur søkist til avbjóðandi og spennandi starv í ferðavinnufyritøkuni GreenGate Incoming, at byrja skjótast tilber.
Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og fjølment starv, har tú m.a. ert við til at:
- menna og selja okkara útboð av pakka- og bólkaferðum
- samskifta við okkara útlendsku og føroysku samstarvsfelagar
- luttaka á ymiskum ferðavinnumessum/verkstovum
Vit vænta m.a. av tær, at tú hevur:
- lokið FHS ella Miðnám – búskaparbreyt.
- hollan teldukunnleika
- áhuga fyri Føroyum sum ferðamannaland
- hevur góðan málkunnleika í skrift og talu
- góð samstarvsevnir
Lærutíðin er 2-3 ár, og læruplássið er ásett til fulla tíð. Skúlaskeiðið verður tikið á Glasum í Tórshavn. Setanartreytir og løn sambært Samverk
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast, við at venda sær til Marna Hjallnafoss á tlf. 520520 ella á teldupost marni(at)greengate.fo
Áhugaði eru vælkomin at senda umsóknir við telduposti til info(at)greengate.fo
Umsóknarfreistin er 06.mai