Skrúvuguðstænasta og Miðvika um feministiska teologi

Mikudagin 28. september verður fjøltáttað skrá í Hoyvíkar kirkju

Kl. 17.30 verður skrúvuguðstænasta, har Sonja Klein, prestur, fortelur eina bíbilsøgu, og síðan verður borðreitt við lasanju í Kirkjukjallaranum. Øll eru hjartaliga vælkomin. 

 

Kl. 19.30 verður Miðvika við Steintóru Gleðisheygg Joensen, presti. Hon  kemur at greiða frá feministiskari guðfrøði við støði í høvuðsuppgávu hennara við heitinum "Ein røtt familja".