Talv
Tvídysturin í norðurlandameistaraskapinum í Vammala í Finnlandi millum svensku stórmeistararnar Evgeny Agrest (2592) og Tiger Hillarp-Persson (2511), fekk eina óvæntaða vend í næstseinasta umfari. Eftir at Tiger Hillarp-Persson at kalla alla kappingina hevði verið hálvt stig framanfyri Evgeny Agrest, tapti hann sensationelt í tíggjunda og næstaseinasta umfari ímóti lægstrataða telvaranum Stig Tjomsland (2257). Og tá Agrest vann síni seinastu tvey talv, varð tað Agrest sum endaði hálvt stig fremstur og varð tískil norðurlandameistari fyri triðju ferð á rað.
Agrest fekk 9,5 stig. Tiger reisti seg í seinasta umfarinum, men kortini varð hann ov stuttur og mátti taka til takkar við 2. plássi.
Danin Nicolaj V. Pedersen hevði eisini eina góða kapping við sínum átta stigum og triðja plássinum. Men hann hevði ikki júst tann sama klassan sum stórmeistararnir.
Nakað skuffandi má tað kennast hjá næsthægsrataða GM Nybaeck (2571) úr Finnlandi at "bert" fáa 7 stig. Finnin tapti heili fýra talv, men vann hinvegin sjey talv.
Ilt er at venda ringari gongd
Vit kenna tað øll. Hevur tú fyrst tapt fleiri talv á rað, er tað ómetaliga torført at reisa seg aftur. Hóast Hans Kristian Simonsen vann eitt vælleikt talv móti IM Thorfinnsson í 8. umfari, kom hann ongantíð rættiliga úr harða streyminum. 1,5 stig fekk Hans Kristian. Umframt sigurin á íslendinginum, leikti Hans Kristian javnt ímóti Heina Olsen í 6. umfari.
Í roynd og veru telvaði Hans Kristian til tíðir væl, men stórir einstakir feilir kostaði honum fleiri stig. Ivaleyst var eingin hugur og orka eftir ímóti kappingarendanum, tí í seinastu tveimum talvunum hjá Hans Kristian var snøgt sagt lítið skil í telvingini hjá tí annars talvsterka kollfirðinginum.
Fyri laka úrslitið missur Hans Kristian umleið 50 ratingstig á føroyska ratinglistanum. Næst á skránni hjá Hans Kristiani verður 4th Klaksvík International, sum byrjar 16. septembur.
Heini neyvan nøgdur
Heini fekk eina framúr kappingarbyrjan, men steðgaði síðani upp miðskeiðis í kappingini. Einki bar til. Heini hitti sterkara partin av manningini í seinnu helvt, og er tað ein nátúrlig forkláring uppá mongu tap hansara á rað. Helst er Heini ikki nøgdur við telving sína og tey fýra stigini hann ognaði sær. Úrslitið førir við sær umleið 10 mist ratingstig. Tey kunnu skjótt vinnast inn aftur. Kanska longu í 4th Klaksvík International.
Talvið hesa vikuna er frá seinasta umfari, tá Heini pyntaði uppá endaliga úrslitið við at vinna á finskum altjóða meistara.
Endaliga støðan
1Evgeny Agrest SWE9,5/11
2Tiger Hillarp Persson SWE9,0
3Nicolai V. Pedersen DAN8,0
4Tomi Nybäck FIN7,0
5Tapani Sammalvuo FIN6,5
6Espen Lie NOR5,0
7Robert Hardarson ISL4,5
8Stig Tjomsland NOR4,5
9Heini Olsen FAI4,0
10Bragi Thorfinnsson ISL3,5
11Heikki Lehtinen FIN3,0
12Hans Kristian Simonsen FAI1,5