Skuggatøl og fjalt arbeiðsloysi í Føroyum

Bjørt Samuelsen, tingkvinna
----

Munandi fleiri føroyingar eru arbeiðsleysir, enn hagtølini hjá ALS vísa. 250 føroyingar fáa uppihaldspening frá Almannaverkinum, tí tey einki arbeiði hava, og talið av langtíðararbeiðsleysum veksur. Skuggatølini fyri veruliga arbeiðsloysið í Føroyum, eru tíverri sera høg. Tað vísa svarini uppá spurningar frá undirritaðu til Jóhan Dahl, landsstýrismann í arbeiðsmarknaðarmálum.
Øll fegnast vit um, at talið av arbeiðsleysum er minkað seinastu tíðina. Í skrivandi stund eru 1197 skrásett arbeiðstøk.

Men, tíverri siga hagtølini frá Arbeiðsloysisskipanini bert part av søguni um, hvussu mong eru uttan arbeiðis. Í eini roynd at fáa fram eina sannari mynd, varð landsstýrismaðurin spurdur, hvussu mong langtíðararbeiðsleys eru, hvussu mong fáa uppihaldspening, tí tey eru arbeiðsleys, og hvussu eyga verður hildið við teimum, ið fella uttanfyri ALS-skipanina. Millum annað kemur fram at:

- Sløk 250 fólk í løtuni fáa uppihaldshjálp frá Almannaverkinum, tí tey eru arbeiðsleys. Og hetta tal er vaksið heilt munandi, síðani á heysti 2008.
- At frá 2009 til í dag eru 260 fólk farin úr arbeiðsloysisskipanini, tí tey hava uppbrúkt dagarnar, tey høvdu rætt til í skipanini.
- At longu higartil í ár eru 94 fólk dottin úr ALS, og eini 84 afturat í ár eru í vanda fyri at enda í sama bólki, fáa tey ikki eitt arbeiði, innan árið er runnið.
- At tveir triðingar av teimum, sum eru skrásett hjá ALS, eru langtíðararbeiðsleys.

Her má nakað gerast!
Tað eru bert ein partur av teimum, sum detta úr ALS, sum lúka krøvini fyri at fáa uppihaldsstuðul, og at krøvini fyri at fáa fíggjarliga hjálp frá Almannaverkinum eru ógvuliga strong. Tey, sum ikki lúka treytirnar fyri at vera í ALS, verða sostatt ikki uttan víðari skrásett nakrastaðni. Ein bólkur, sum heldur ikki verður skrásettur, eru ung, sum eru liðug at ganga í skúla, men enn ikki hava forvunnið sær rætt til arbeiðsloysisstuðul, tí tey ikki hava verið á arbeiðsmarknaðinum.

Landsstýrismaðurin ásannar eisini ”At talan kann vera um nógv fólk, sum ikki hava arbeiði, bera hagtøl fyri lønarútgjaldingar boð um.” Og vísir her á, at næstan 40% av teimum, sum fingu løn í 2011, forvunnu niðanfyri 100 túsund krónur. Í hesum lágu inntøkunum, kann eisini ein partur av arbeiðsloysinum vera fjaldur.

Hvussu mong, veruliga eru arbeiðsleys, ber ikki til at fáa eitt greitt svar uppá.
Men, svarini vísa púra greitt, at langtíðararbeiðsloysið ikki minkar, og munandi fleiri eru arbeiðsleys, enn hagtølini fortelja okkum. Tað er ein álvarsamur trupulleiki. Tí, tess longri fólk eru uttan arbeiði, tess truplari er tað at fáa fótin fyri seg aftur á arbeiðsmarknaðinum. Og tað er ein persónlig vanlagna. Tí má okkurt munagott gerast, alt fyri eitt.