Eitt samstarv hevur tikið seg upp ímillum skúlabørn í Havn og skúlabørn í íslendska høvuðsstaðnum, Reykjavík.
Ætlanin er, at skúlabørn í Reykjavík skulu skera stiklingar av ymsum pílatrøum, sum síðani skulu sendast til Føroya, her skúlabørn í Havn skulu seta teir niðuraftur.
Torfinn Smith í mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs sigur, at leitað verður nú eftir hóskiligum stað at planta trøini. Ein møguleiki eru at planta tey í Havnardali. Tað verða helst børn í Venjingarskúlanum, sum sleppa at planta trøini. Býráðið hevur samtykt ætlanina