Børnini skulu hava størri ávirkan í skúlanum

Børnini skulu fáa størrri ávirkan á skúlan

Børnini, sum ganga í skúla, skulu fáa meiri at siga á skúlunum. Tað segði Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, á ráðstevnuni um rúsevni, sum var í Havn týsdagin. Og hann segði enntá, at hetta var eitt lyfti frá honum, og arbeiðið at fyrireika tað, er longu sett í verk.

 

Hann sigur, at tískil skulu næmingarráð setast á hvørjum skúla, sum skulu hava sína ávirkan á tað, sum fer fram á skúlanum. Hann sigur, at hetta hetta er eitt tiltak fyri at bøta um trivnaðin á skúlunum, men hann sigur, at næmingarráðini skulu umboða allar aldursbólkarnar á skúlanum.

 

Trivnaður hevur alstóran týdning, og landsstýrismaðurin heldur, at nettupp næmingarráð kunnu bøta um trivnaðin. Jenis av Rana sigur, at hetta eisini løgtingsins umboðsmaður hevur heitt á hann um at syrgja fyri, at næmingarráð eru á øllum skúlum.

 

Tað eru fleiri skúlar, har næmingarráð ikki er, men nú skal tað fáast í rættlag.

 

Løgtings umboðsmaður vísir á, at tað er týdningarmikið, at børnini verða hoyrd í viðurskiftum, sum viðvíkja teimum, og at sjónarmiðini hjá øllum børnunum verða umboðað, sama hvønn flokk tey ganga í, og hvussu gomul tey eru. Somuleiðis skal dentur leggjast á sjónarmiðini hjá børnini, alt eftir, hvussu gomul tey eru.

 

Í Sosialinum hetta vikuskifti hava vit meiri um ráðstevnuna. Eitt varð ført fram, at fleiri av almennu stovnunum, eru rætt og slætt dysfunktionellir – teir virka ikki og tað varð eisini staðfest, at almennir stovnar duga ikki at samstarva.