Skúladømi um vánaligt politiskt handalag

Kleyvaskapurin hjá landsstýrinum hevur gjørt, at vit eru viknaðir, og danir eru styrknaðir. Tí má handfaringin hjá løgmanni og Fólkaflokkinum av hesum máli sigast at vera skúladømi í vánligum politiskum handalagi

Nakrar viðmerkingar til gondina í bankamálinum:


16. januar 1998:

Grønborg og hansara menn løgdu fram bankafrágreiðingina 16. januar, og sama dag tók orðaskiftið seg upp um, hvat næsti leikur í hesum talvi fór at verða. Sjálvandi var tað óðamannverk lognu sama dag, ella áðrenn ein hevði sett seg inn í hetta stóra mál, at fara út og siga, hvat rættast var at gera.

Tí var tað gleðiligt at frætta, at landsstýrið, longu áðrenn frágreiðingin var almannkunngjørd, hevði sett nevndir við serfrøðingum at fyrireika og lýsa málið og at koma við tilmæli til landsstýrið um, hvat gerast skuldi.


Orðaskifti á Fólkatingi:

Seinni sama mánað var stórt orðaskifti á Fólkatingi, har allir politisku flokkarnir søgdu sína hugsan um bankamálið. Tíverri gjørdist bankamálið í hesum orðaskifti partur í donskum innanríkispolitikki, men eitt orðaskifti høvdu teir so í hvussu er.

Vit vóru mong her í Føroyum, sum nú hugsaðu, at Føroya Løgting eisini fór at hava eitt líknandi orðaskifti, tí hóast alt hevði málið størri áhuga her heima enn í Danmark.

Haraftrat var tað jú Føroya Løgting, sum hevði biðið um dómarakanningina og seinni hesa serfrøðingakanning. Málið var byrjað í løgtinginum, tí var tað ikki annað enn væntandi, at løgtingið fekk málið aftur til umrøðu.

Men her funnu menn alskyns orsøkir til, at eitt slíkt orðaskifti vildi skaða okkara søk við tí úrsliti, at vit enn tann dag í dag einki orðaskifti hava havt.


Einki uttan í semju við Føroya Løgting:

Løgmaður gjørdist nú talsmaður fyri, at tað var sera umráðandi, at vit fóru sum ein maður undir hetta mál. Tí bað hann um, at ein nevnd úr løgtinginum við umboðum frá øllum flokkum skuldi vera við í fyrireikingunum. So var gjørt, og nakrir fundir hava síðani verið.

Tað var týðiligt at merkja í hesi løgtingsnevnd, at fólk vildu finna saman í semju um bankamálið.


Løgmaður ger bart:

Men hvat, meðan vit øll halda, at tað stendur væl til, so fer løgmaður og útskrivar val til løgtingið, tí ein ósemja var í valfelagi hansara í Eysturoynni. Og sjálvandi skal valið vera sama dag, sum fyrningarfreistin gongur út 30. apríl.


Eitt meistarastykki

í kleyvaskapi:

Hann fangar bæði løgting og landsstýrið í eini fellu, tí løgtingið fær einki gjørt, tí tað er meira ella minni heimsent, men samstundis boðar hann frá, at hann ikki kann standa á odda í samráðingunum. Eg vil nú siga, at henda seinasta metingin hjá løgmanni er rættiliga beinrakin.

Men tað besta av tí heila er, at tá hann við 6 atkvøðum hevur vunnið á Johannes Martin Olsen á landsfundi Sambandsfloksins, ja, so er hann betur egnaður enn nakar annar.

Men trupulleikin, sum løgmaður ikki roknaði við var, at tað álit, sum løgmaður kanska átti í løgtinginum nú var heilt burtur. Nú sita bert fólkafloksmenn og verja hansra evnu og hava álit á honum, og uppreistramenninir í Sambandsflokkinum tora ikka annað enn at tiga.


Landsstýrið hevur mist málið á gólvið:

Í Danmark hava fólk í longri tíð undrast á, at vit ikki hava víst hesum máli størri áhuga. Í Føroyum sita mong og spyrja seg sama spurning.

Í januar og februar har vit áttu at tikið neyðugu stigini, tá høvdu vit eina søk, sum full semja var um. Men tá valdi løgmaður gamla sambandstaktikkin einki at gera og bert sita og bøla oman á málinum.

Í dag hava vit eitt mál, har Den Danske Bank, sum tók okkum rættiliga við nøsini, nú setur okkum krøv, um fyrningarfreitsin skal leingjast ella ikki.

Kleyvaskapurin hjá landsstýrinum hevur gjørt, at vit eru viknaðir, og danir eru styrknaðir. Tí má handfaringin hjá løgmanni og Fólkaflokkinum av hesum máli sigast at vera skúladømi í vánligum politiskum handalagi.

?..og disse regeres vi af.