Skúlafótbóltur útsettur til várið 2022

Korona-støðan í landinum ger tíverri, at tað ikki ber til at spæla nakað umfar av Skúlafótbólti áðrenn jól – eins og ætlanin var, boðar fyriskipararnir frá

Skúlafótbólturin hevur veruliga fingið fótin fyri seg, men í ár gongur ikki heilt sum ætlað. Sum hjá so nógvum øðrum, so er tað koronufarsóttin, ið ger umseg.

 

- Korona-støðan í landinum ger tíverri, at tað ikki ber til at spæla nakað umfar av Skúlafótbólti áðrenn jól – eins og ætlanin var, boðar fyriskipararnir frá.

 

Í staðin verður Skúlafótbóltur á skrá komandi vár (várið 2022). Sjálv skráin er ikki løgd enn, men fyrstu umførini verða ætlandi í mars 2022. Greitt er tó, at spælt verður í Marghøllini og at dagurin eisini fevnir um at møguleiki verður at fara og svimja í Páls Høll.

 

- Tað ber longu nú at melda til Skúlafótbólt á heimasíðuni www.skulafotboltur.fo undir Tilmeldingarskjal, siga fyrireikararnir.

 

Spælt verður Marghøllini í Vági.