Skuldu verið bidnir um at skrubba av

Privata felagið skuldi aldrin fingið lyfti um at fáa eina millión í endurgjaldi

- Eg skilji ikki, at nakar hevur givið privata felagnum CIP, tilsøgn um at fáa eina millión í endurgjaldi, um so var, at sáttmálin um at gera ein privatan Eysturoyartunnil, datt niðurfyri.

Tað heldur Jenis av Rana, formaður Miðfloksins. 

 

Hart orðaskiftið hevur verið í Løgtinginum næstan tveir tímar um Eysturoyartunnil.

 

Ein stórur partur av kjakinum snýr seg um, hvønn leiklut, Løgmaður hevur í avtaluni um at játta privata felagnum eina millión í endurgjaldi.

 

Løgmaður hevur áður sagt, at hann hevur ongan lut í avtaluni og kundi ikki funnið upp á at gjørt eina slíka avtalu.

 

Síðani hevur hann ásannað, at hann kallaði saman til fundinin, har avtalan varð undirkrivað.

 

Hann sigur, at tað gekk hart fyri seg á fundinum, men at hann var til staðar, merkir ikki, at hann hevur gjørt nakra avtalu, tí tað hevur hann ikki gjørt, tað hevur landsstýrismaðurin.

 

Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, skilir ikki, hvussu nakar yvirhøvur kundi finna upp á gera eina slíka avtalu.

 

- Eg skilji ikki, at umboðini fyri tað privata felagið ikki vórðu bidnir um at skrubba av, sigur Jenis av Rana.

 

Hann mælir til, at hendan milliónin verður brúkt til ein kanningarstjóra, sum kann lýsa málið út í æsir, tí ”hetta kann ikki halda fram”.

 

Annars heldur hann, at tað stendur til tingfólk sjálvi um tey vilja hava ein kanningarstjóra at kann málið.

 

Men hann vildi ikki fylgja áheitanini frá Tjóðveldi um at heita á tinglimir í samgonguni um at skriva undir áheitanina at seta ein kanningarstjóra.