Skulu broyta ískoyti og pensjón hjá løgtingsfólkum og landsstýrisfólkum – nú!

Kristina Háfoss, Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi
------


Hvat kann rættvísgera, at eitt landsstýrisfólk, ið kann koyra til arbeiðspláss sítt innan ein tíma, fær 13.600 kr. um mánaðin skattafrítt sum ískoyti?
Hvat kann rættvísgera, at eitt landsstýrisfólk fær fulla tænastumannapensjón eftir bert 8 árum í starvi og løgtingsfólk eftir 16 árum í starvi - meðan tænastumenn skulu starvast 37 ár fyri somu pensjónsrættindi?
Hvat kann rættvísgera, at landsstýrisfólk og løgtingsfólk ikki eisini skulu rinda 40% í skatti av teirra pensjón sum øll onnur?
Hvat kann rættvísgera, at løgtingsfólk sjálvi áseta sína egnu løn?
Vit eiga sjálvandi at tryggja, at øll lønarviðurskifti hjá løgtingsfólkum og landsstýrisfólkum eru rættvís. So er ikki í dag.
Tí skulu stig sum skjótast takast til at endurskoða løn, ískoyti og pensjónsviðurskifti hjá løgtingsfólkum og landsstýrisfólkum, soleiðis at hesi verða ásett hóskandi og rættvíst og ikki minst - óheft av politikarunum sjálvum.
Ítøkilig uppskot til broytingar eru til viðgerðar í fíggjarnevndini, men tíverri vísir tað seg, at einasta forðingin fyri, at vit fáa gjørt broytingar til veruleika sum skjótast - er verandi samgonga.