Skulu greina peningarenslið fyri nýggjár

Um fýra mánaðir skal arbeiðið at greina peningarenslið millum Føroyar og Danmark verða liðugt. Sambært samgonguskjalinum, so skulu samráðingar verða við donsku stjórnina um eina greining av peningarenslinum millum Føroyar og Danmark. Greiningin skal verða liðug 31. desember 2012.

– Fyri at repitera úr samgonguskjalinum, so skuldu samráðingar verða við donsku stjórnina um at dagføra ríkisveitingina til dagsvirði. Hesar samráðingar vóru í Keypmannahavn í januar – og endaðu úrslitaleysar. Danir vildu als ikki hoyra um at hækka veitingina við ætlaðu 150- 200 milliónir krónur. Her vóru teir sostatt samdir við løgmann, sum herfyri boðaði frá dreymi sínum um, at ríkisveitingin væntandi fer at minka burtur í einki næstu 10 árini. Meira spennandi eru tær samráðingar, sum standa fyri framman um greining av peningarenslinum, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum í eini politiskari viðmerking (sum kann lesast við at TRÝSTA HER)

Jenis av Rana vísir á, at løgmaður gjørdist firtin, tá hann vágaði sær at bera tíðindini um formanssemjuna um ikki at fara til samráðingar aftur um at dagføra ríkisveitingina. Hann heldur tað heldur ikki vera serliga djarvt av Jørgen Niclasen og Kára P. Højgaard ikki at vilja kennast við hesa semju.

– Samráðingarnar um peningarenslið, sum Miðflokkurin við jøvnum millumbilum seinastu árini hevur roynt at fáa undirtøku fyri, skulu vera lidnar áðrenn ársskiftið. Í mong ár var tíverri lítil og eingin undirtøka fyri hesum, men til rós samgonguflokkanna skal sigast, at tá núverandi samgonguskjal varð tilevnað, var full semja um at fáa hesa uppgerð gjørda. Og skulu vit trúgva meira enn einum fyrrverrandi donskum forsætisráðharra, so fer hendan uppgerð at vísa eina greiða ogn Føroyum og føringum til góða, sigur Jenis av Rana.