- Løgtingið skal virða at sáttmálapartarnir sjálvir loysa málið við samráðingarborðið ella við semingsstovninum.
Tað halda fimm stór fakfeløg, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar,
Lærarafelagið, Pedagogfelagið, Havnar Arbeiðskvinnufelag og
Starvsmannafelagið.
Tey sipa til støðuna, sum er íkomin eftir at Skipara- og Navigatørfelagið hava boðað frá verkfallið klokkan 17 í morgin og sum fer at føra við sær, at Strandferðslan verður løgd.
Á felags fundi í dag eru tey samd um at mótmælir hvassliga, at Løgtingið leggur seg út í eina sáttmálatrætu og eitt lógligt verkfall.
Og tey góðtaka tað als ikki, leggja tey afturat.
Tey fimm feløgini, sum hava stovna Falfelagssamstarvið, veita Føroya Skipara- og Navigatørfelagi og Maskinmeistarafelagnum sín fulla stuðul.
- So seint sum í vár hevur Løgtingið amtykt eina semingslóg, har tað er ásett, hvussu farast skal fram, og tað er órógvandi, ar Løgtingið er tað fyrsta, sum ætlar at víkja frá hesum mannagongdum, sigur Óluva í Gong, forkvinna fyr Sjúkrarøktarfrøðingarnar.
Hon sigur, at feløgini hava ikki tikið støðu til, hvat hendur, skuldi tað hent, at Løgtingið steðgar verkfallinum.
- Vit fylgja gongdina og tað taka vit støðu til, tá ið tann støðan er íkomin, sigur hon.