- Umstøðurnar hjá teimum pensjónistunum, sum búgva heima, mugu verða betri.
Tað heldur Elisabeth Ellingsgaard, varaforkvinna í Landsfelag pensjónistanna.
Men tað heldur hon ikki, at nýggja eldralógin, sum ætlanin er at seta í verk, ger.
- Eitt høvuðsendamál í eldrapolitikkinum eigur at vera at, hvussu tey eldru kunnu varðveita teir førleika, tey hava.
Men tað verður ikki so nógv sagt um tað, tí ístaðin verður mest tosa um at endurvenja teir førleikar, tey hava mist.
Hon sigur, at skulu vit hugsa um at eldri skulu vera í egnum heimi sum longst, eru tað tvær fortreytir, sum mugu vera til staðar.
Onnur er, at tey fáa ta heimahjálp, tey hava tørv á. Tað merkir, at heimahjálpin skal ikki bara gera tað mest neyðuga, men hon skal eisini gera reint og annað, sum pensjónisturin hevur brúk fyri.
Og hin fortreytin er, at pensjónistar fáa eina pensjón, sum er so mikið góð, at tey hava ráð at búgva heima.
Men tað hava tey ikki, sum bara hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av, sigur Elisabeth Ellingsgaard.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvussu varaforkvinnan í Landsfelag Pensjónista greiðir Hilmar Jan Hansen frá, hvat hon heldur, hevur stóran týdning, nú eldraøkið skal broytast.
|