– Tróndur Sigurðsson skal vera púra tryggur, tá ið hann leggur seg at sova. Tað vissaði Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð sum á seinasta býráðsfundi.
Tórshavnar Býráð samtykti einmælt at fara undir at gera nýggjan bátahyl í Álakeri. Tey hava eitt tilboð upp á góðar 14 milliónir og tað hava tey samtykt at taka av.
Men býráðslimir í Javnaðarflokkinum eru sera ivingarsamir, tí teir halda ikki, at grundarlagið at taka støðu út frá, er ikki nóg gott. Eitt nú vísti Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin á, at einki verður upplýst um kloakkviðurskiftini, reinsiverk, og hvussu dálking skal fyribyrgjast.
Men Bogi Andreasen vissaði hann um, at hann skal vera tryggur, tá ið hann leggur seg at sova, tí endamálið er at gera so nógv burtur úr hesum viðurskiftum, at hetta skal verða ein tann reinasti bátahylurin í Norðuratlantshavi við øllum hentleikum, sum hoyra til ein slíkan.
Hann sigur, at ætlanin er at gera Álaker til eitt gott umvørvi fyri bátafólki og har verður eisini eitt undirhús.
– Tað verður sum eitt Vágsbotn afturat fyri Havnina, sigur hann.
Hann vissaði eisini um, at verkætlanin skal viðgerast í teimum ymsu nevndunum í býráðnum, bæði Náttúru- og Umhvørvisnevndini, Teknisku nevnd og í Byggi- og Býarskipanarnevndina, og har skal hvør steinur vendast. Harafturat verður endaliga ætlanin eisini løgd fyri býráðið aftur, til endaliga støðutakan.
Og úrslitið var so eisini, at allir býráðslimir at taka undir við at seta ætlanina í verk, og sostatt varð tað samtykt.
Tilsamans skulu eini 56.000 kubikk av gróti leggjast á sjógv og ætlanin er at koyra alt grótið úr Hundsarabotni og á Skarðshjalla út í Álaker.
Talan er sostatt um einar 6.800 lastbilar, sum skulu koyra grót ígjøgnum Havnina, og býráðslimirnir hjá Javnaðarflokkinum stúra illa fyri avleiðingunum av tí. Og spurningurin er um tað ikki dálkar verri at koyra alt grótið við bilum, tí teir brúka nógva olju og slíta nógv dekk, halda tey.
Tey mæltu heldur til, at grótið verður siglt av Glyvursnesi, har stórt grótbrot er frammanundan, inn í Álaker.
Men Gunvør Balle, býráðslimur fyri Tjóðveldi, vísir á, at tað er ein spurningur um dálking. Spreingitráður elvir til heit nógva plastdálking, men verður grótið koyrt í Álaker, kunnu sperrur leggjast uttan fyri, og so slepst undan dálkingini av tí.
Umhvørvisstovan mælir eisini staðiliga til, at grótið ikki verður siglt, leggur hon afturat. Men hon ásannar, at tað er lítið hugaligt at fara ígjøgnum býin við so nógvum lastbilum av gróti.
Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin ivast ikki í, at ringvegirnir í Havnini klára ta ferðsluna. Tað er tað, ringvegirnir eru til, sigur hann.
Ætlanin er at fara undir arbeiðið í áðrenn veturin kemur á okkum, og tað skal vera liðugt um tvey ár. Bátahylurin verður til einar 230 bátar.