Skulu øll gjalda til fólkakirkjuna

Fleiri av limunum í samgonguni, sum ikki hoyra til fólkakirkjuna, meta tað vera rímiligt, at limirnir í fólkakirkjuni sjálvir bera kostnaðin av kirkjuliga virkseminum hjá fólkakirkjuni, tá hon verður yvirtikin. Tað gera fólk í øllum øðrum trúarsamfeløgum, vísa samgongulimirnir á. Kirkjan sjálv tekur har aftur ímóti undir við orðunum í samgonguskjalinum um at landskassin skal bera meirkostnaðin.

Hvør skal gjalda tær 13 milliónir krónurnar, sum yvirtøkan av fólkakirkjuni fer at kosta ? kirkjufólkið sjálvt ella landskassin, tvs. allir skattaborgararnir? Uppskotið til eina nýggja kirkjulóg, sum ein arbeiðsbólkur lat úr hondum í august mánað í fjør, leggur upp til, at meirostnaðurin skal gjaldast umvegis kirkjuskattin. Arbeiðsbólkurin metti tá, at fyri at bera kostnaðin var neyðugt at hækka kirkjuskattin umleið 0,4 prosent. Og arbeiðsbólkurin metti somuleiðis, at rættast er at halda fast við verandi skipan við kirkjuskattinum, tvs. at fólk, sum ikki eru limir í fólkakirkjuni, kunnu sleppa undan at gjalda kirkjuskatt, ynskja tey tað.
Men í samgonguskjalinum stendur tvørturímóti, at yvirtøkan og framtíðar raksturin av fólkakirkjuni skal gjaldast úr landskassanum, tvs. umvegis vanliga skattin. Tað merkir, at øll, eisini fólk uttan tilknýti til fólkakirkjuna, skulu gjalda til kirkjuna. Hesum sjónarmiði tekur kirkjan sjálv undir við.
Bjarni Bæk, dómpróstur, tekur undir við orðunum í samgonguskjalinum um at landskassin skal gjalda tað, sum danir í dag lata til kirkjuna. Hann heldur tað vera rímiligt, at øll, eisini tey sum ikki eru limir í kirkjuni, eru við til at bera kostnaðin. Bjarni Bæk er ikki samdur við teimum, sum føra fram, at limirnir í fólkakirkjuni sjálvir skulu bera allan kostnaðin av kirkjuni, t.d. umvegis kirkjuskattin. Hann vísir á, at fólkakirkjan er ein umfatandi stovnur, sum hevur nógvar, bæði kirkjuligar og mentanarligar uppgávur, sum øll hava gagn av. Tí metir hann tað vera rímiligt, at tann parturin, sum í dag verður fíggjaður úr Danmark, í framtíðini verður goldin av landskassanum, tvs. øllum skattaborgarum.
- Fólkakirkjan røkkur langt út í samfelagið, og stendur fyri nógvum virðum í samfelagnum, eisini mentanarligum virðum, og tí átti samfelagið at havt áhuga í at halda hesi virði við líka, sigur Bjarni Bæk, sum sostætt ikki heldur tað vera skeivt, at landskassin skal vera við til at rinda fyri kirkjuna.
Sum er letur landskassin tríggjar milliónir krónur til fólkakirkjuna sum skulu nýtast til rakstur og viðlíkahald av kirkjunum. Harumframt fær kirkjan góðar 13 milliónir krónur úr Danmark, av hesum koma 9,2 milliónir krónur, 60 prosent av prestalønunum, úr felags grunninum (Fællesfonden) hjá donsku fólkakirkjuni.
Bjarni Bæk dugur ikki at meta um, hvørt tað er eitt gott hugskot at býta virksemið hjá kirkjuni upp, ella møguliga flyta onkrar uppgávur, t.d. skráseting av fólki, frá kirkjuni til annan stovn, men hetta eru uppgávur, sum kirkjan hevur røkt frá gamlari tíð, vísir hann á. Dómprósturin heldur ikki at tað er í stríð við fólkaræðið, at fólk, sum onki samband hava við fólkakirkjuna, men í staðin gjalda til aðra samkomu, skulu noyðast at gjalda til fólkakirkjuna. Bjarni Bæk metir, at luturin hjá kirkjuni í samfelagnum er av slíkum tídningi, at tað er rætt at øll eru við til at bera kostnaðin av henni, sjálvt um tey ikki eru limir. Hann vísir eisini á, at kirkjuskatturin, sum vit kenna hann í dag, umframt aðrar innsavnanir í til kirkjuna, fara at verða varðveiddar, tá kirkjan verður yvirtikin.
Í samgonguni eru fleiri persónar, sum ikki eru limir í fólkakirkjuni, men ístaðin í øðrum trúarsamfeløgum. Teirra persónliga áskoðan er, at kirkjuliga virksemið hjá fólkakirkjuni eigur at gjaldast av teimum, sum nýta kirkjuna. Harafturímóti skulu øll vera við til at gjalda fyri tær samfelagsligu uppgávur, sum fólkakirkjan í dag røkir.
Samgongutingmenninir Jógvan við Keldu, Jógvan á Lakjuni og Jenis av Rana og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen, hava tað til felags, at ongin teirra er limur í fólkakirkjuni. Jenis av Rana er partur av fríkirkju, meðan hinir tríggir eru partur av Brøðrasamkomuni. Sosialurin hevur spurt teir um teirra persónligu meining um spurningin, hvør skal gjalda kirkjuna.

Jenis av Rana:
Kirkjufólk eiga sjálvi at gjalda
Jenis av Rana sigur seg ikki duga at skilja, hví kirkjufólkið ikki sjálvt kann gjalda fyri sína kirkju. Hann vísir á, at í øllum øðrum samkomum í landinum noyðist fólkið, sum har gongur, sjálvt at gjalda allar úrtreiðslur.
- Tað eigur ikki at vera nakar trupulleiki hjá limunum í fólkakirkjuni at gjalda eitt sindur meira í kirkjuskatti til sína egnu kirkju. Bíblian tosar um at lata tíggjund, her tosa við um tað, ið svarar til undir eitt prosent av inntøkuni hjá tí einstaka liminum í fólkakirkjuni, vísir Jenis av Rana á. Hann er greiður yvir, at kirkjan í dag hevur nakrar samfelagsuppgávur, sum øll hava nyttu av, og kostnaðin av hesum skal kirkjan ikki bera einsamøll. Tingmaðurin sær tveir loysnir: antin at lata onkran annan stovn røkja almennu skyldurnar, sum kirkjan í dag røkir, ella at fólk, sum ikki eru limir í fólkakirkjuni, skulu gjalda eitt ávíst brúkaragjald fyri hesar tænastur.
Jenis av Rana sigur seg ikki kunna taka undir við, at hædd ikki verður tikin fyri, at øll ikki eru limir í fólkakirkjuni. Hann metir, at tað ikki er nóg væl útgreinað í samgonguskjalinum, tá tað stendur, at kirkjan skal gjaldast av landskassanum. Tí verður hetta fylgt, so skulu fólk uttanfyri kirkjuna bæði gjalda til sína egnu samkomu og til fólkakirkjuna, og tað kann ikki vera rætt, metir Jenis av Rana.
Eftir hansara tykki hevur Mentamálaráðið higartil verið sera klossut í sínum arbeiði at yvirtaka kirkjuna. Tingmaðurin vísir á, at tað tykist sum um partarnir innan kirkjuna als ikki eru tiknir við í arbeiði, og hann saknar eisini eitt alment kjak um, hvat skal vera av kirkjuni og hvør hennara leiklutur skal vera í framtíðini.

Karsten Hansen:
Kirkjufólkið gjalda kirkjuliga virksemið
Karsten Hansen er av tí persónligu áskoðan, at er ein góður við kirkjuna, og kennir seg sum ein part av henni, so eigur at bera til at gjalda eitt sindur til hana. Karsten Hansen vísir á, at innan Brøðrasamkomuna, sum hann sjálvur er partur av, verður ikki kravt nakað ávíst gjald, men at har er tað upp til hvønn einstakan, hvussu nógv hann ella hon letur til samkomuna. Tað er ein skipan, sum fólk eru glað fyri. Hann leggur tó afturat, at er kirkjan ikki sjálv før fyri at gjalda sínar útreiðslur, so hava vit ein trupulleika. Karsten Hansen sigur seg tó ikki heilt kunna skilja, at limirnir í fólkakirkjuni ikki skulu kunna gjalda eitt sindur meira í kirkjuskatti. Hann slær tó fast, at sjálvsagt skulu uppgávurnar, sum kirkjan ger fyri øll, gjaldast av øllum.
- Men mín persónliga meining er, at tað hevði verið rættari, at kirkjuliga virksemið hjá kirkjuni varð goldið av kirkjuni sjálvari, sigur Karsten Hansen.
Karsten Hansen vísir á, at samfelagsligu skyldurnar hjá kirkjuni, sum helst eru komnar í lag av søguligum orsøkum, í ávísum føri kunnu vera ein innfaldsvinkul hjá kirkjuni at koma í samband við tað einstaka menniskja. Tí er hann ikki so vísur í, at tað hevði verið skilagott at flutt uppgávur, t.d. at føra kirkjubøkurnar, frá kirkjuni til onkran almennan stovn at røkt.

Jógvan á Lakjuni:
Saknar orðaskifti um kirkjuna
Jógvan á Lakjuni sigur, at hóast tað stendur í samgonguskjalinum, at kirkjan skal gjaldast umvegis fíggjarlógina, so saknar hann eina neyvari viðgerð og eitt orðaskifti um spurningin. Hann vísir á, at tað er av alstórum týdningi, at fólk kenna seg trygg við yvirtøkuna av kirkjuni, og tí tekur hann undir við, at landskassin í fyrstu atløgu rindar tað, sum nú verður goldið úr Danmark. Men tá kirkjan er yvirtikin, má greiða at fáast á, hvussu føroyska kirkjan skal skipast í framtíðini, hvørjar uppgávir kirkjan skal røkja, og hvør skal gjalda hvat. Hann vísir á, at spurningarnir um støðuna hjá fólkakirkjuni í samfelagnum skulu viðgerast og takast við í samband við arbeiðið at smíðja eina føroyska grundlóg.
- Hugsjónarliga, ideologiskt, haldi eg tað vera natúrligt, at fólk sum hoyra til kirkjuna, sjálvi gjalda fyri hana, sigur Jógvan á Lakjuni og leggur afturat, at hann hevur stóra virðing fyri kirkjuni, sum hann metir tíðum virka sum eina savnandi eind í samfelagnum.
Jógvan á Lakjuni vísir á, at kirkjan hevur fleiri samfelagsligar uppgávur, og í hesum sambandi eigur greiða at fáast á, hvussu nógv hesar uppgávur kosta, og eisini eigur spurningurin at reisast, hvørt hesar uppgávur eiga at verða fluttar frá kirkjuni til onkran annan at røkja. Hann metir tað vera ein sjálvsagdan lut, at samfelagsligu uppgávurnar hjá kirkjuni ikki einans verða goldnar yvir kirkjuskattin, men at øll bera kostnaðin í felag. Jógvan á Lakjuni leggur afturat, at tað ikki er vist, at samfelagsligu uppgávurnar, sum kirkjan í dag røkir, verða betri røktar onkra aðrastaðni. Tað er eisini ein spurningur, sum greiða má fáast á, metir tingmaðurin.


Jógvan við Keldu:
Býtislykil gerast fyri kirkjuligar útreiðslur
Hóast hann ikki sjálvur er partur av fólkakirkjuni, metir samgongutingmaðurin Jógvan við Keldu kirkjuna at hava stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Jógvan við Keldu metir persónliga, at tað er skeivt, at fólk, sum hoyra til aðrar samkomur, skulu gjalda til fólkakirkjuna. Tó vísir hann á aðrar uppgávur og virði, sum kirkjan hevur í samfelagnum, og tað skulu øll vera við til at gjalda.
Jógvan við Keldu býtir spurningin um fíggingina av kirkjuni upp í tríggjar partar. Fyri tað fyrsta er tað tann mentanarliga uppgávan hjá kirkjuni, har t.d. kirkjurnar kring landið og søguliga virði teirra verða vístar fram fyri ferðamanninum sum ein partur av føroysku mentanini. Harumframt hevur kirkjan onnur søgulig virði, sum hava verið grundleggjandi fyri samfelagið og sum fara longur aftur í tíðina. At varðveita hetta er nakað, sum alt samfelagið fær gagn av og tí eisini eigur at verða goldið úr landskassanum, metir Jógvan við Keldu. Síðan er tað samfelagsligu uppgávurnar hjá kirkjuni, t.d. at skráseta allar føroyingar, tá teir koma til verðina og tá teir fara hiðani. Hesar uppgávur heldur Jógvan við Keldu við tíðini eiga at verða fluttar burtur frá kirkjuni til annan stovn at røkja, og útreiðslurnar eiga eisini at verða goldnar úr landskassanum. Til seinast er tað kirkjuliga, andaliga virksemið hjá fólkakirkjuni, og tað eigur at verða fíggjað umvegis kirkjuskattin, metir tingmaðurin.
Jógvan við Keldu heldur tað vera rættast at býta virksemið hjá kirkjuni upp í nevndu tríggjar partar, tí á tann hátt ber til at vísa á, hvat pengarnir, sum verða játtaðir av fíggjarlógini til kirkjuna, verða nýttir til. Hann sigur, at tey, sum vara av kirkjuni, myndugleikar, prestafelag osv. í felag eiga at finna út av einum býtislykli fyri almennu játtanina til kirkjuna, bæði fyri at tryggja at kirkjan ikki einsamøll ber kostnaðin av tí, sum allir borgarir hava nyttu av, og í øðrum lagi fyri at tryggja, at fólk uttanfyri fólkakirkjuna koma at gjalda fyri andaliga virksemið hjá fólkakirkjuni.
Jógvan við Keldu metir, at føroyingar mugu gera sær greitt, hvussu fólkakirkjan skal síggja út, áðrenn hon verður yvirtikin. Hann heldur tað vera skeivt, sum í ført hevur verið fram frá politiskari síðu, at vit fyrst skulu yvirtaka kirkjuna, og síðan finna út av, hvat vit vilja við henni. Tað er tann øvugta mannagongd, metir Jógvan við Keldu. Hann leggur afturat, ar kensluliga er kirkjan ikki tað sama at yvirtaka sum t.d. Skipasýnið ella Postverkið í síni tíð. Tí hevur tað stóran týdning at arbeiðið verður væl fyrireikað og at allir partar innan kirkjuna kenna seg aftur í arbeiðinum.