Skulu samstarva um at basa kynslig brotsverk

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at hetta er ein niðurstøða á fundi ímillum øll Norðurlond

Løgmaður saman við norðurlendsku løgmálaráðharrunum

Løgmaður er í hesum døgum í Noregi á fundi við løgmálaráðharrarnar úr øllum Norðurlondum. Á fundinum vóru felags mál, sum londini hava á rættarøkinum, umrødd. Serliga umrøddu tey kynslig brotsverk, brotsverk á internetinum og skipað brotsverk.

 

– Eg haldi at tað er týdningarmikið at vit í norðurlondum samstarva og læra av royndunum hjá hvørjum øðrum. Tó er avgerðandi, at vit í Føroyum finna loysnir sum hóska til okkara samfelag, sigur Bárður á Steig Nielsen í eini fráboðan eftir fundi

 

Lóggávan um kynslig brotsverk, og revsingarnar fyri tað, líkjast í londunum, og semja var um, at tað týdningarmiklasta er at upplýsa og stimbra eini hugburðsbroyting um at øll hava rætt til kynsligan sjálvsavgerðarrætt. Eisini umrøddu ráðharrarnir vaksandi talið á brotsverkum á internetinum og í hesum sambandi tosaðu tey eisini um, hvussu stóran týdning tað hevurm at KT-trygdin er góð.

 

– Semja var um at norðurlond eiga at samstarva fyri at forða fyri, og fyri at basa, brotsverkum á netinum, sigur løgmaður. Á fundinum greiddu hini norðurlondini frá teirra trupulleikum við harkaliðum, sum fremja brotsverk, og frá trupulleikanum við skipaðum brotsverkum. Í hesum sambandi vísti løgmaður á, at í Føroyum hava vit ein veksandi trupulleika við rúsevnum, og at føroyingar sum sita dóm í donskum fongsli, eru í størri vanda at koma í samband við harkalið av ymsum slagi, og við skipað brotsverk. Tí er tað eitt framstig at støða er tikin til at byggja nýtt fongsul í Føroyum, so føroyingar ikki noyðast av landinum at sita dóm.

 

 

 

Løgmaður saman við norðurlendsku løgmálaráðharrunum