Tað kann geva bakksláttur at taka almennu fólkapensjónina frá teimum vælbjargðau, og teimum, sum hava sínar egnu, góðu pensjónir.
Tað heldur Kristian Kongshøj, vælferðargranskari á universitetinum í Ålborg, sum varð boðin at halda fyrilestur á eldraráðstevnu í Havn leygardagin. Har varð hann spurdur um, tað er væntandi, at fólkapensjónin fer at hvørva, so hvørt sum fleiri og fleiri hava sínar egnu, privatu pensjónir.
Hetta er eitt kjak, sum eisini hevur verið rættiliga heitt í Føroyum til tíðir, tí summir flokkar tvíhalda um, at fólkapensjónin skal vera ein mannarættur hjá øllum, eisini hjá teimum sum hava sínar egnu pensjónir.
Hinvegin halda aðrir politikarar, at tað er ongin orsøk til at vælbjargað eisini fáa almenna fólkapensjón. Pensjónin eigur heldur at verða brúkt til at lyfta tey, sum ikki hava kunnað spart saman til sína egnu pensjón, upp, so at tey fáa eina hægri fólkapensjón, enn tey fáa ídag.
Kristian Kongshøj heldur, at hjá nógvum í Danmark er almenna fólkapensjónin er eitt tjóðskaparligt vartekin, og har eru ongar ætlanir um at áseta hana eftir inntøkuni hjá fólki
Men eisini í Danmark eru t að summi sum halda, at tað er ongin grund til, at tey, sum hava sínar egnu pensjónir, eisini skulu hava eina almenna fólkapensjón. Men hann heldur, at summi gloyma, at skulu tey, sum spara saman til sína egnu pensjón, missa fólkapensjónina, kann tað taka hugin frá teimum at spara saman til sína egnu pensjón.
Hetta er serliga galdandi fyri tey, sum hava tær lægru inntøkur, tí skal revsingin fyri at spara saman til sína egnu pensjón, vera, at tey afturfyri missa ta almennu fólkapensjónina, tekur tað hugin til at spara, frá teimum.
Hann sigur, at hjá summum bólkum er veruligi skatturin av eini pensjón, sum er samansett av ymsum veitingum, eisini samansparing, rættiliga høgur. Ein orsøk er, at tey, sum hava sína egnu samansparingar, missar ávísar almennar veitingar, sum verða ásettar eftir inntøkuni, og tað er ein trupulleiki.
Í løtuni verður sostatt tosað um í Danmark, hvussu skipanin kann broytast, fyri at eggja teimum við lægri inntøkum, at spara meiri saman til pensjón. So heldur enn at minka almennu fólkapensjónina til tey, sum spara saman, kann úrslitið vera, at hon hækkar eitt sindur.