- Hetta var júst tað, sum vit høvdu brúk fyri. Í vikuni hava vit tosa um nakrar trupulleikar. Millum annað, at vit loyva ov nógvum løttum málum inn, og at vit ikki tora at spæla.
Orðini eigur Súni Fríði Barbá, sum við tveimum málum gav AB bæði stig og sjálvsálit í dystinum móti HB.
Og tó at hjálparvenjarin sjálvur stóð mest í fokus, so vildi hann ikki taka eitt tað einasta pettið frá liðnum og liðavrikinum.
- Eg haldi, at úrslitið tosar fyri seg. Stendur tú rætt á vøllinum og stríðist sum eitt lið, so ber til at fáa stig í hvørjum dysti. Setningurin hjá okkum hesa ferð var, at vit skuldu halda tætt, og tó at teir fáa eitt bíligt mál alt fyri eitt, so haldi eg, at okkara ætlan eydnaðist. Seinastu løtuna undan steðginum og mest sum allan seinna hálvleik megna vit at halda fast um okkara konsept, og tað er fyrst og fremst tað, sum vit ikki hava torað fyrstu dystirnar. Onkursvegna er tað so, at vit í AB eru ov imponeraðir av, at tað nú eru tey stóru liðini, sum vit spæla ímóti. Spælarar tosa um dystir fleiri vikur frammi í tíðini, og tað er tann hugburðurin, sum skal burtur. Tí vit hava ikki ráð til at hugsa um annað enn ein dyst í senn.