Skulu velja av nýggjum

Løgtingið hevur nú samtykt at velja nevndinrar í Løgtininum av ´nýggjum Sambandsflokkurin heitti fyrr í vikuni á Løgtingið um at velja tingnevndirnar av nýggjum

Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins skrivaði Løgtinginum bræv, har hann heitt á Løgtingið um at samtykkja at velja tingnevndirnar av nýggjum.

Kaj Leo Johannesen víst á, at broytingar eru gjørdar í samgonguni síðani hon varð skipað og tí heldur hann at tað er frægast at velja tingnevndingar av nýggjum.

Her sipar hann til, at Alfred Olsen er hevur boðað frá, at hann stuðlar ikki samgonguna longur.

Hinvegin fær hetta helst eisini avleiðingar fyri Karsten Hansen, sum er farin úr Tjóðveldisflokkinum, upp í Miðflokkinum. Men hann umboðar framvegis Tjóðveldisflokkin í fíggjarnevndini og í Landsstýrismálanevndini

Á tingfundi í morgun atkvøddi Løgtingið um málið og har varð einmælt samtykt at velja nevndirnar av nýggjum

Tað verður á einum seinni fundi, at nevndirnar skulu veljast