Thomas J. Askham
-------
Tað kann henda, at onkur heldur, at henda yvirskriftin er markhátlig. Hetta skal meira uppfatast sum tankamolar, heldur enn grenj ella kverulering. Hetta kom mær til hugs nú um daganar, tá eg lurtaði eftir teim ymisku rásinum, vit hava her á landið, og las hvat bløðini skrivaðu. Eg minnist frá tí tíðini eg var til skips, tá blivu nógv evnir havd á loftið í logarinum ella í messuni, satt at siga var ikki orðavalið altíð tað mest vælvalda, sera beisk og til tíðir ósømuligt, har var onki filtur á.
Hetta kom mær í huga, tá eg lurtaði eftir miðlinum. Her er ein broyting farin fram frá at vanda sær um orðbúnan til, hvat tú kann vænta tær at hoyra í dag. Í skjøtt mong ár hava vit fingið frálíkar sendingar í Kringvarpinum, hvussu vit skula verja um mál okkara, nýggj orð verða smíðaði, og tað verður lúkað í málinum, so at tað verður meira ment. Stóra tøkk hava tey uppiborið, sum hava verið slóðarar og so tey, sum nú halda fram við hesum týðandi arbeiði, fólki og landið okkara til frama.
Tú kann lesa innlegg í bløðum, hetta er nokk ætlað sum skemt, men orðavalið og orðabúnin er ikki sera hugaligur lesnaður, sera vánaligt, tað sama kanst tú uppliva samrøður við kendar persónar sum sjenera onnur fólk, sum ikki sampakka í hugsunarhátt og livihátt, hetta minti meg á logar- og messusnakkið, tað ger onki um miðlanir liggja á einum ørðum hægri støði, enn logar- og messuorðavalinum. Nú eri eg ikki á facebook og komi tað ikki heldur, men eg havi sæð nakrar viðmerkingar á portalum til ymisk evnir, eg má siga at tað eru nakrar harðar og miskunnarleysar viðmerkingar, sum fara fram, tað er ok at ein ikki er samdur í ymiskum málum, men hví sjenera og niðurgera persónar, heldur enn at viðgera evnið á ein sakligan og høvuskan hátt.
Eitt annað heldur ódámlit rák, sum er at síggja í nýggjari tíð, í tí almenna rúminum er tann umtalan, okkara politiska skipan og politikkarnir fáa, tað veri seg andstøða ella samgongulimir, ásannast má, at nakað av tí negativa, sum sagt verður um politikkarar, er sjálvskapt. Tað sum er so trist er, at tann tign, sum var um løgtings- og landstýrisstørvini og teimum persónunum, sum eru vald til hetta starv, er komið niður á eitt so óverdut støðið, sum ikki sømir seg einari framkomnari tjóð.
Sjálvandið skulu vit hava skrivi- og talufrælsi, og vit skulla kunna spyrja og bora og endavenda hvørjum steini, sum tikið verður til, í málum sum eru ivasom og sum tørva eina nærri umrøðu og lýsan, missskil meg ikki her. Tá eg tosi um tign, so meini eg við, at løgtings- og landsstýrisfólk verða rópt fyri bæði líkt og ólíkt. Vit hava sæð, hvat slík umtala kann føra til, fólk vilja umhugsa, um tey vilja útseta seg sjálvan og familju teirra fyri slíkt, tað verður spell um tað verður fruktin av negativari umtalu í milinum. Tað er spell at síggja, at nógv av teimum, sum kundu blandað seg í orðaskiftið, fyrr eru ikki meir at finna í tí almenna orðaskiftinum i dag. Havi tosað við onkran teirra, orsøkin er, at tey upplivdu, at teirras persónur bleiv viðgjørdur heldur enn tað ávísa evnið, eisini gekk hetta útivur børn og familju, børnini blivu happað, tað var ein alt ov høgur prísur at gjalda tí valdu tey at halda uppat at verða virkin í orðaskiftinum, hetta má sigast at verða stórt spell, at so er blivið.
Eitt annað, sum hevur undrað meg er, tá fólk verða biðin um at koma til samrøðu ella orðaskiftið, tað veri seg útvarpið ella sjónvarpið, verturin setur spurnigar um ávisa evnið, tann spurdi birjar at forklára seg, men so verður viðkomandi avbrotin av vertinum. Hví kunnu fólk ikki forklára seg lidnan?
Sum eg innleiddi við, so er hettar bert ætlað sum nakrir tankamolar, sum ein upplivur og sær frá síðulinjuni, ongin av tykkum fjølmilafólkun nýtast at fara upp í tað reyða feltið av hesum, prøva og eftirmet, um kanska tit hava fyri neyðuni sum fjølmiðlafólk at broyta ting. Um vit vilja tað ella ikki, so hava fjølmilanir eina stóra makt og ávirkan, teir kunna føra eina menniskju upp á tindin, ella niður í dýkið, sjálvur havi eg tað álit og royndir av tykkum fjølmiðlafólki, at tit taka atlit til, hvar markið gongur, til tað ger skaða á onnur.
Eg vil ynskja tykkum fjølmiðlafólkið, bæði tí skrivandi og Kringvarpsmannigini, eitt gott nýggjár.